top of page
Helgi

Pauli til Danmarkar: - Gerandisdagurin fær meira innihald

Pauli Mittún flytir til Team Sydhavsøerne í næstbestu deildini í Danmark, eftir eitt ár í norsku bestu deildini. Sjúrður fangaði Paula aftaná landsliðsvenjing í farnu viku.

Pauli greiðir frá um hvussu tað fyrigongur tá man skal úr sáttmálanum áðrenn ásettu tíð, og um kenslurnar sum spæla inn tá man skal skifta felag.


- Tað var ikki tí eg vildi úr felagnum Kristiansand. Tað var fyri at fáa meira innihald í gerandisdagin. Eg ætli mær at lesa, og búgva nærri unnustuni. Tí lá hetta beint til høgra beinið, sigur hann við Trok.fo


Team Sydhavsøerne er eitt topplið í 1. deild


TSØ, sum felagið ofta verður kallað, er eitt lið sum hevur ligið í toppinum í deildini leingi, uttan at klára at rykkja upp.

Pauli Mittún, her í landsdysti fyri u20-landsliðið. (Mynd: Harald Bjørgvin)

- Tað er eitt lið við stórum ætlanum, sum teir ikki hava fingið útint seinastu árini, men seinastu tíggju árini hava teir ligið á 2. og 3. plássið samlað sær, sigur Pauli Mittún.


Hóast liðið spælir sínar heimadystir í Maribo á Lollandi, venur liðið ofta í Keypmannahavn. Tí passar tað væl við lesnaði í Keypmannahavn, og at spæla við felagnum.


Verjukempan, Brandur Halgirsson, er ein av føroyingunum sum longu spælir í TSØ, og býr í Keypmannahavn. Hann flutti til TSØ, eftir at Ajax Keypmannahavn fór á húsagang. Fyrr hevur Kjartan Johansen eisini spælt í felagnum.

Hoyr prátið við Paula her, ella har tú vanliga lurtar eftir poddvarpið.



Comentarios


bottom of page