• Sjúrður

Rógvi er mánaðarins strikuleikari í Íslandi

Updated: Dec 2, 2021



Rógvi Dal Christiansen, hevur havt ein góðan novembermánað í Íslandi


Góðu avrikini hjá føroyska strikuleikaranum í Fram eru eisini løgd til merkis hjá íslendska HBStatz, og Rógvi er settur á mánaðarins lið sum besti strikuleikari í Íslandi november.


Rógvi Dal Christiansen hevur higartil hetta kappingarárið skorað 33 mál í níggju dystum, og tølini hjá HBStatz.is siga, at føroyingurin skorar upp á 82,5 % av øllum sínum royndum.

Føroyski liðfelagin í Fram, Vilhelm Poulsen, er enn toppskjútti í Íslandi. Hann hevur skotið 70 mál í níggju dystum. Skoringsprosentið er 56,5.


Hetta er annar stóri heiðurin, ið Rógvi Dal Christiansen fær hendan mánaðin.

Eftir avrikið ímóti KA fekk hann nevniliga risastóra herðaklappið, at vera kosin vikunnar útiseti í Trokpoddi 2.

Hann kann finnast á Trok.fo/lurta, ella á Spotify (Trýst)

Hoyr eisini nýggjasta trokpoddin á spælaranum niðanfyri