Í kvøld fara Rógvi Dal Christiansen og Vilhelm Poulsen í eldin, tá ið Fram spælir ímóti Stjarnan í hálvfinaluni í íslendsku steypakappingini.
Fram vann 1/8-finaluna ímóti HK 28-33 og síðani 1/4-finaluna imóti ÍR 30-36.
Fram hevur byrjað kappingarárið væl, og serliga Vilhelm hevur verið flúgvandi á høgra bakki.
Les eisini: Vilhelm Poulsen er glóðheitur í Íslandi
Vinna Rógvi, Vilhelm og Fram, spæla teir finalu i morgin, leygardagin 2. oktober ímóti vinnaranum av dystinum ímillum Afturelding og Valur.
Hálvfinalan er kl. 21:15 føroyska tíð, og sæst beinleiðis á RÚV2 her: https://www.ruv.is/sjonvarp/beint/ruv2
Comments