Eitt stig at enda - FO 35-35 IS
- Sjúrður
- Jun 19
- 1 min read
Oy dreingirnir bjargaðu stigið tíbetur - Vit vildu havt tvey. Men hetta kann gerast eitt týdningarmikið stig kortini.
Atkvøðið fyri dagsins leikara niðast á síðuni her
Tað ber eisini til at skriva eina viðmerking um hvat tú helt var lekrasta detaljan í dag.
Tað kann gerast undir "comments" heilt niðast
Ein ógudilig klokkutíð at spæla umráðandi U21-landsdyst, men kortini kunnu vit sníkja nøkur eygu á stroyming, hagtøl o.a.
Skulu vit hyggja saman? Vónandi riggar tað betri í dag - hóast tað eisini var spennandi at síggja Saudi-Arabia móti Egyptalandi og kubbutar føroyingar at enda.
Beinleiðis á youtube:
Aftaná kunnu vit atkvøða um dagsins leikara, og vit kunnu geva eitt boð upp á "dagsins detalju" o.a. - Fari niður undir "comments" niðast á síðuni.
Tað biður kanska um eina tilmelding til trok.fo - Vit lova at tað ikki merkir spamm - men tú fært nokk eini boð, tá ið nýtt tilfar er á trok.
Dagsins leikari ímóti Íslandi?
Tórstein Sivertsen
Alexandar Lacok
Sofus í Selvindi
Rói Seyer Hjaltason
Beinleiðis hagtøl: IHF | Match Details Page
Hvat var dagsins detalja?