top of page

Spennandi dystir um Evropa og FM-endaspælið í dag

  • Sjúrður
  • Nov 21, 2021
  • 1 min read

Dagsins dystir í SMS- og Burn-deildini

H71 spælir aftur ímóti Spono Eagles í dag. H71 hevur sera gott útgangsstøði eftir 36-26 sigur í gjár


Umframt at H71 ætla sær víðari í Evropa kl. 18 í kvøld, eru sera spennandi dystir á skránni íandskappingunum.

Eg eri mest spentur upp á Stjørnuna ímóti Kyndli. Harnæst tvey tey formsterkastu liðini í Burn-deildini, H71 ímóti Neistanum.

Og so tey formveikastu mansliðini (sum framvegis hava møguleika til topp-4 um tey fara at rigga). Spennandi um tað verður Team Klaksvík ella StíF, sum vendir gongdini í dag.

FM1 sigur bert frá Evropadystinum hjá H71, orsakað av fótbólti. Men allir dysrnir kunnu síggjast á live.hsf.fo


KÍF vann í gjár á Kyndli og styrkti um oddastøðuna í Burn-deildini.

Her eru stigatalvurnar áðrenn dagsins dystir:






Commentaires


  • TROK á Instagram
  • Facebook
  • iTunes
bottom of page