• Sjúrður

StÍF trokar seg upp á jóla-fjórðaplássið eftir dramatiskan dyst

StÍF er einsamalt á avgerandi fjórðaplássinum í BURN-deildini eftir 26-25 sigur á Kyndli.

Tað sá leingi út til at Kyndil ætlaði sær at trokað seg fram um bæði StÍF og Team Klaksvík.

Kyndil byrjaði væl, og var á odda meginpartin av dystinum við fleiri málum. Kyndil var á odda 14-11 í hálvleikinum. Hendan leiðslan helt sær til 17-14, tá ið álopið hjá StÍF fór at batna undir leiðslu av Bjarna í Selvindi.


19 ára gamli vinstri bakkurin skoraði 13 av teimum 26 StÍF-málunum í dag.

Støðan var spent við 22-22, men tá ið Ivan Mrdalo lobbaði bóltin í málið til 25-23, var mótbrekkan stór hjá Kyndli við einum trimum minuttum eftir.

Møguleikarnir komu kortini til Kyndils, men álopið var ov óhvast í seinna hálvleiki, og so eydnaðist tað StÍF at halda leiðsluna í seinastu løtunum.


Anders Risdal beklaði í fyrra hálvleiki, og hetta darvaði Kyndilsálopinum, og tað gjørdist truplari og truplari at koma til møguleikar.

Vit sóu heilt stutt nýggja danska Kyndilsbakkin, Sune Jannek Thomsen, men hann er ikki spældur inn á liðið enn.


Vit sóu eisini ein nýggjan StÍF-bakk. Hann kallaðist George Petrea, og vísti seg væl fram í løtum. Levi Nybo greiddi okkum frá, at tey høvdu frætt at, har var ein rumeni, sum arbeiddi hinumegin fjørðin, sum dugdi at spæla hondbóltu.

Tey bóðu hann koma at venja á Skála, og venjarin er væl nøgdur við sín nýggja bakk, tá ið vit práta við hann eftir dystin.


Kyndilsmenn eru sum vera man vónsviknir av úrslitinum.

- Súrt. Vit byrja væl, men tað koppar teirra veg, og teir fáa Bjarna at skjóta. Í fyrra hálvleiki vóru vit betri á honum, sigur Jákup Andreas Joensen úr Kyndli, sum eisini sigur fyri púrasta vist at jólini skulu ganga við einum: Venjing.


Levi Nybo, nýggjur høvuðsvenjari hjá StÍF-monnum er errin av sínum leikarum eftir dystin, og serliga um at leikararnir allatíðina hildu á, og vístu stríðsvilja.

- Vit byrjaðu sera illa, men klára so at eta okkum inn í dystin, sigur venjarin, sum eisini væntar at jóladunnan verður eyka góð, nú StÍF er á fjórða plássi.


Hann fegnast um, at hava nógvar leikarar til venjing. Einar 20-22.

- Í dag er fyrstu ferð, at vit hava verið noyddir at solda nakran frá, greiðir venjarin frá, sum eisini setur orð á Bjarna í Selvindi


Hoyr dramatiska dystarendan umframt samanumtøku, kjósan av dagsins leikarum, og prát við Kyndils- og StÍF-fólk á spælaranum niðanfyri:


Hoyr eisini hetta og nógv annað á trok.fo/lurta.


Støðan á jólum: