Stjørnan vunnu sær sunnudagin tvey umráðandi stig ímóti Stíf. Við sigrinum er munurin seks stig niður til strandingar sum liggja nummar fimm. Dysturin endaði 25-20.
Spenningur í løtum
Dysturin sunnudagin var leingi spennandi, men Stjørnan legði seg á odda við trimum málum tá 15 minuttir vóru eftir at leika, og tær endaðu við at koyra sigurin trygt heim.
Jancy H. Jacobsen segði við Fm1 eftir dystin at málið er at koma í hálvfinalurnar og stigini ímóti Stíf vóru serliga umráðandi.
- Vit skulu vera nøgdar við dystin í dag, og vit ætla okkum at bjóða av í seinnu helvt av kappingarárinum, sigur Jancy, sum skoraði fýra mál sunnudagin.
Strandingar vildu skapa spenning
Hjálparvenjarin hjá Stíf, Pauli G. Hansen, ásannar eftir dystin at hýrurin ikki er góður í leguni.
- Tað sær einki serligt út hjá okkum at koma í topp fýra. Nú snýr tað seg um at finna spæligleði og fáa liðið at finna formin aftur, sigurhann.
Atgongumerkið er fjórðaplássið
Sum støðan er nú, eru tað H71, Kyndil, Neistin og Stjørnan sum skulu dystast um heiðursmerkini í ár. Bæði Stjørnan og Stíf hava seks dystir eftir at leika, og endaspælsplássini síggja út til at vera avgjørd.
Dómaraseðil:
Comments