top of page
  • Helgi

Tað er nakað serligt við bóltinum

Bólturin sum liðini brúka til u-18 HM-endaspælið er serligur í ár. Tað er nevnliga ein bóltur uttan harpiks.


Teir flestu hondbóltsleikararnir í heiminum kenna til luktin, ljóðið og kensluna av harpiksi. Eftir øllum at døma, vilja hondbóltstopparnir í altjóða hondbóltssamgonguni, IHF, nú av við hendan partin av hondbóltinum.


Tað verða gjørd nýggj ting í hondbólti allatíð, men gjøgnumgangandi er at endaspøl hjá kvinnum altíð eru har tað verður royndarkoyrt.


Góðar til at flyta fokus burtur

Venjarin hjá u-18 gentunum, Simon Olsen, rósar gentunum fyri at duga at flyta fokus vekk frá at bólturin kann vera ein trupulleiki.


– Tær hava verið ógvuliga raskar í hesi tilgongdini. Tær hava ikki havt stórt fokus á bóltin, og hava saman mint hvønn annan á at hava tankarnir rætta stað, sigur venjarin.


Hann sigur eisini at tað gevur onga meining at gera bóltin til ein trupulleika. Tað er líka fyri øll liðini.


– Vit kunnu ikki broyta tað, og verða tí noydd til at góðtaka bóltin og venja okkum við hann. Tað hava vit eisini gjørt, sigur Simon Olsen.



Simon Olsen rósar liðnum fyri at ikki hava gjørt bóltin til ein trupulleika, men viðgongur at tað hevur ikki verið uttan høvuðbrýggj. Mynd: IHF


Ikki uttan frustratión


Tær føroysku genturnar sum allar eru vanar við at spæla við vanligum bóltum og hapiksi hava seinastu tvær vikurnar vant við harpiksfríum bólti. Venjarin viðgongur, at tað hevur elvt til høvuðbrýggj hjá onkrum.


– Tað hevur ikki verið heilt uttan frustrastiónir, tá vit hava vant við nýggja bóltinum, sigur Simon Olsen.


Bólturin


Tað er Molten sum framleiðir tann harpiksfría bóltin, sum verður nýttur til hetta endaspælið. Bólturin skal eftir ætlan klistra so mikið væl uttan harpiks, at tað ikki veður neyðugt at nýta tað flótandi harpiksi.

Hassan Moustafa segði í 2017, tá HM fyri menn varð spælt í Spania, soleiðis:


– Leikararnir skulu vita at harpiks er ein trupulleiki í hondbólti.


Her sipar hann til "produktið" hondbólturin.


Síðan hesa útsøgn er arbeitt nógv við bóltunum, men í hondbólti verður harpik enn nýtt - Fyribils í øllum førum.

bottom of page