top of page
Sjúrður

Topp-4-stríðið harðnar: Átrokandi spenningur á stigatalvunum

Landskappingarnar eru komnar inn í miðspurtin, og um vikuskiftið kunnu nógv pláss flytast á stigatalvunum - og tað vænta vit eisini at tey gera


Hetta hendir í hondbóltshøllunum um vikuskiftið:


Hygg eftir dystarskránni omanfyri eina løtu.

Anda djúpt.

Og hygg síðani eftir stigatalvunum báðum:




Altso:

Í Burn-deildini kann tað henda Í kvøld klokkan 18.00, at Kyndil spælir seg ájavnt við VÍF og H71 á stigatalvuni, um tað eydnast at vinna á VÍF.


Og tað er als ikki óhugsandi.

Kyndil - sum vit aaaals einki væntaðu av - hevur nú vunnið eitt stig ímóti KÍF, trý ímóti StÍF og mikukvøldið tvey stig ímóti Team Klaksvík.


Og so tykist tað eisini bara eins og at øgiliga nógv eydnast hjá Kyndli í løtuni.

Ímyndin av hesum, mundi vera beinleiðis fríkastini hjá Anders Risdal við endanum av fyrra hálvleiki mikukvøldið.


Tað ljóðaði soleiðis, tá ið eg legði tað til merkis á FM1:



Og brádliga er topp-4 í nánd hjá Kyndli.



VÍF hevur verið sveiggjandi - fyri at siga tað pent.

Vit kunnu samanbera við Kyndil:

VÍF megnaði eisini at vinna á Team Klaksvík - hóast vestmenningar lótu seks mál av einari tryggari sjeymálsleiðslu.

Og so hevur VÍF vunnið tvey stig av fýra møguligum ímóti StÍF og einki stig av fýra møguligum ímóti KÍF.


Tað er eisini eyðsæð at Kyndil er í framgongd, og tað tykist at leggjast afturat av fólki - meðan vit nærum altíð leggja til merkis onkran, ið vantar á dómaraseðlinum hjá VÍF - og vit vita eisini, at sjúka hevur gjørt um seg í VÍF-hópinum.


Í kvøld verður tað eisini við nýggjum (tó kendum) venjara, tí Hjalmar Klein Olsen er aftur VÍF-venjari saman við Agnari Joensen.

Hendan broytingin, tí at Áki G. Olsen er fluttur av landinum, um eg hava skilt tað rætt.


Og so er tað eisini ein dystur í Faxe Kondi-kappingini í fjør, sum stendur sterkur í minninum.

Tá ið Kyndil bukaði VÍF hóast eingin væntaði, at Kyndil hevði nakran møguleika yvirhøvur.


Í dag tippi eg, at Kyndil vinnur.

(Og hervið skal eg beinanvegin biða um fyrigeving Kyndils, tí eg haldi ikki eg havi tippað nakað rætt enn í ár)


Avgerandi dystir sunnudagin:

Serliga avgerandi verður tað í SMS-deildini í Havn, ímillum Neistan og StÍF.



Er nakar dystur avgerandi longu í november?, spyrt tú so.

JÚ - tað vil eg avgjørt vera við, at dysturin ímillum Neistan og StÍF í Havn er.


Vinnur Neistin á StÍF, síggi eg møguleikan hjá Føroyameistaranum at fara í endaspælið, fjara ov langt burtur.

Tað tykist sum, at StÍF má velja sær Neistan, um tað skal eydnast at koppa nakran av ovastu fýra, og tí eru hesir innanhýsis dystirnir so øgiliga umráðandi.


Neistin vann eisini fyrsta dystin ímillum liðini á Skála.

Og tí kann Neistin við sigri, bæði leggja sjógv ímillum - og eisini tryggja sær at vera betri innanhýsis um liðini bæði endaðu á sama stigatali.


Tí hendan áheitan til StÍF: Tað er nú tit skulu gera sum tit gjørdu í Vestmanna um hetta mundi í fjør - Altso skapa spenning um endaspælið aftur.


Spenningurin í Burn-deildini er ikki í nøkrum vanda.

Og har er ein øgiligur týdningur í mansdystinum ímillum Neistan og StÍF

Hjá monnum snýr tað seg ikki so nógv um at rokna innanhýsis ímóti ávísum liðum.


Í Burn-deildini snýr tað seg nú um at vinna sær hvørt einasta stig tú kanst í hesum tætta miðspurtinum, nú vit hava spælt fyrsta triðingin av grundspælinum.


Men júst Neistin og StÍF kunnu kanska hugsa um, at eingin væntar at bæði liðini skulu stjala sær eitt pláss í endaspælinum - tað verður í mesta lagi eitt teirra (tað meti eg í øllum førum).


Eg giti at Neistin vinnur. Seinast eg sá teir, gjørdist tað til sannførandi sigur í Vestmanna, meðan StÍF spældi sera sera illa mikukvøldið í Havn.


Og samstundis í Klaksvík verður endurtøka av ársins dysti higartil, tá í Team Klaksvík og KÍF bresta saman. Vit fara at hava eygað eftir tí dystinum á FM1 eisini.



Hjá Team Klaksvík eru dystirnir farnir at koppa skeiva vegin nú, og null stig eru komin burturúr jøvnu dystunum við VÍF og Kyndil í seinastuni.

Eg vænti ein javnan dyst aftur, men hesaferð vænti eg altso, at KÍF vinnur við tveimum málum, og setur seg tungt í oddasessin í Burn-mansdeildini (Sorry KÍF)


Eftir hesar øgiligu samanbrestirnar í dag og í morgin, fara eg og Helgi at royna at vita hvat liggur eftir á stigatalvuni í trokpoddinum. Eg vænti, at vit mugu eta nøkur orð í okkum aftur.


Vit hoyrast!

- Sjúrður


E.S. Hoyrdu tit ikki fyrsta trokpoddin, so kann hann hoyrast niðanfyri, og á Trok.fo/lurta:





Comments


bottom of page