top of page
  • TROK

Toppskjúttar: Turið trokar seg laaaangt framum - Filip aftur ovast

Turið Arge Samuelsen er farin úr fimm upp í 37 mál upp á tveir dystir í vikuni - Filip skoraði 15 mál afturat ímóti StÍF

Tey bæði eru toppskjúttarnir eftir viku 3


Triðja vikuskiftið í ársins hondbóltskappingarári er farið afturum og vit hava fingið feskasta átrokandi toppskjúttalistan frá hondbóltshagfrøðinginum, Ásbirni Nielssyni Nattestad.

Takk fyri, Ásbjørn!


Leggið serliga til merkis at Turið Arge Samuelsen hevur 37 mál eftir tríggjar dystir. 17 fleiri enn nummar tvey - og Turið hevur altso skorað ØLL úr opnum spæli - og vit kunnu bara endurtaka: HON SPÆLIR ALTSO HØGRI BAKKUR!


Les eisini: 20 Turið-mál (men ikki soleiðis sum tú heldur)


SMS-kvinnudeildin



BURN-mansdeildin







bottom of page