- Sjúrður
Trok 47: Sjeyara-samanumtrok við Agnari

Eftir at Føroyar høvdu tryggjað sær sjeynda plássið við Heimsmeistaraskapin fyri dreingir undir 21 ár, gjørdu vit skjótt av.
Eftir eitt sera gleðiligt avrik við aftur sannførandi spælið frá sonevndu B-ketuni, vundu føroysku dreingirnir burtur úr Kroatia og vunnu 31-27.
Løtan eftir var serlig. Leikararnir hittust við áskoðarar uttan fyri høllina, og so var í felag tikið saman um besta úrslitið eitt føroyskt hondbóltslið nakrantíð hevur fingið.
Eftir hetta sótu Agnar Prestá og Sverri Egholm frá Portalinum og greiddu seinastu greinarnar úr høllini í Berlin áðrenn heimferðina stutt eftir dystarlok.
Agnar hevði hjálpt Sjúrði at siga frá á FM1 hesar dagarnar í Berlin eisini, og teir báðir settust til eina seinasta samanumtøku frá hesum øgiligu døgunum í Týsklandi. Úr tí spurdist Trok nummar 47, ið tú kanst lurta eftir við at trýsta niðanfyri, umframt á Trok.fo/lurta, Spotify, ella hvar tú nú lurtar eftir podvarpið.