Vit taka saman um báðar 18-máls-sigrarnar hjá landsliðnum og tey átjan málini Bjarni í Selvindi skoraði í vikuskiftinum. Bjarni setir orð á hvussu tað kennist tá alt riggar! (tú sært øll málini hjá Bjarna niðast í greinini) Yvirskriftirnar hesa ferð:
Vit eru enn við í stíðnum um EM-pláss í desember.
Trokdarling gjørdi tað sum Sjúrður veit hann megnar.
STÍF sníkir seg upp eftir stigatalvuni, men tað skal framvegis nógv til at yvirhála KÍF.
Grundspølini eru nær við at enda - vit hyggja at onkrum deildum.
Lurta eftir poddinum her, ella har tú vanliga hoyrir poddvarp.
Comments