top of page
Helgi

Trok 67 - Allan Norðberg - steypavinnari, landsliðsleikari og nú trokari

Landsliðsvikan hjá monnum er nú av, og vit hava aftur gest við í studio. Hetta trokið inniheldur kanska tað mest áhugaverdu samrøðuna vit leingi hava havt í poddinum. Tað snýr seg ikki so nógv um ein einkultan dyst, men um persónin Allan Norðberg, og hvat hann hevur upplivað í síni hondbóltsleið í Íslandi.



So um tú vilt hoyra eitt sindur um íslenskan hondbólt og roynda landsliðsleikaran Allan Norðberg, so er bara at lurta. Bæði yngri og eldri trokarin halda í øllum førum tað var spennandi prát, og tað er óivað vert at lurta eftir.


Vit nema eisini við landsliðsúttøkuna, og støðuna í SMS-deildini.


Lurta eftir 67'inda troki her, ella har tú vanliga lurtar eftir poddvarpi. Vit eru á spotify og Apple podcast millum annað.






コメント


bottom of page