Tveir framúr áhugaverdir dystir eru á skránni í kvøld.
Tippa toppdystirnar við TROK niðanfyri
Tveir dystir eru á skránni í kvøld, og tað eru toppdystir - bæði so og so.
Bæði tí, at liðini liggja frammarliga á stigatalvuni - eingin teirra hevur tapt enn - og tí at vit vænta, at hesi liðini fara at kappast antin í ella um FM-endaspælið hetta kappingarárið.
"Áhugavert ímóti sterkari mótstøðu"
Tvey ting standa fremst í huganum til toppdystin ímillum Kyndil og H71 í SMS-kvinnudeildini:
Álopssinnaða verjan hjá H71 og Turið Arge Samuelsen.
EB var rent um koll av H71-verjuni fyri tveimum vikum síðani, og TROK segði seg gleða seg at síggja hvussu hetta mundi fara at eydnast H71 ímóti sterkari mótstøðu. (Les hvat TROK segði um H71-EB við at trýsta HER)
Og um tú ikki hevur fingið tað við, so skoraði Turið Arge Samuelsen altso 20 mál ímóti VB mikukvøldið - Einki brotskast og bert eitt brent skot yvirhøvur í seinasta minuttinum. (Les trokið um tað við at trýsta HER)
Nú verður spennandi, um Turið kann gagnnýta ferðina hjá sær ímóti H71-verjuni, ið er heilt øðrvísi enn VB-verjan.
Hon noyðist ikki at skora 20 mál aftur fyri at tað skal eydnast. Spennandi verður at síggja um øgiliga ferðin, hon setur á frá bakplássinum, kann arga H71.
Eg vænti kortini, at H71 vinnur í kvøld.
Tippa niðast
Klaksvíkingar samanspældir - Hoyvíkingar sindur skerdir
Fyrsta triðingin í fjør tók Team Klaksvík øll á bóli og vunnu á KÍF, Neistanum og H71.
Í ár var hugsanin, at liðini høvdu lisið betri uppá, men Team Klaksvík hevur nú aftur vunnið á Neistanum, spælt javnleik við KÍF, og nú stendur H71 aftur fyri skotum.
Luftin fór eitt sindur av Team Klaksvíksballónini í fjør, og fleiri ferðir var hildið fyri, at jú, Vuk og Valentino vóru sera góðir, men tá ið teir einaferð høvdu lært at spæla saman við Sámali & Co, so kundi tað av álvara gerast stuttligt.
Tað er eisini eitt sindur stuttligari nú haldi eg. Sámal, Vilhelm og Tummas tóktust mær sera hvassir í Kollafirði, og Beinir eisini ímóti Neistanum.
Tak so David Henigman í málinum afturat, og so kanst tú vinna á øllum - hóast tað er tungt, tá ið flestu leikarar spæla næstan 60 minuttir hvørja ferð.
Og har vóru altso eisini nakrar løtur, har allar avtalur vóru tveittar út um dyrnar - serliga fyrstu løtuna av seinna hálvleiki ímóti KÍF - og tað kostaði sigurin.
Hvussu er H71 fyri?
Eg havi sæð báðar dystirnar hjá H71 í ár. Stórsteypadystin ímóti VÍF, sum endaði við javnleiki - Tað vóru hoyvíkingar als ikki nøgdir við - og VÍF hevur heldur ikki víst nakað serligt síðani.
Og so dystin ímóti Kyndli, har sigurin gaman í ongantíð var í vanda, men har frustrasjónirnar vóru eyðsýndar, tá ið tað ikki eydnaðist at - ja - sorla Kyndil sundir.
Ein stórur spurningur er, um klaksvíkingar fara at hyggja út á bonkin hjá H71, og óttast øll stórtalentini, sum bara bíða eftir at sleppa inn og kappast um plássini - ella um flestu leikararnir sita afturlenaðir, og ansa sær heldur eftir onkrum skaða.
Undir øllum umstøðum kunnu vit vænta, at H71 fer at hava fleiri leikarar á dómaraseðlinum, og eisini at seta fleiri leikarar í spæl í dag. Og tá kann tað gerast trupult hjá klaksvíkingum.
Tí væntast kunnu nógvir leikarar á vøllinum í dag, sum í summar vunnu á Hvítarusslandi við U19-landsliðnum. Ímóti Kyndli sóu vit átta EHF Championship-gullvinnarar á vøllinum - umframt tveir sum sótu uttanfyri við skaða.
Eg vænti at H71 vinnur í kvøld.
Tippa niðast
Comments