top of page
  • Sjúrður

Trokpodd 3: Evropasøga, Vikunnar detalja og máttarmeting

Updated: Nov 23, 2021

Lurta eftir Trokpoddi 3 á hesi leinkju: (trok.fo/lurta)





Helgi og Sjúrður settust aftur til prát seint sunnukvøldið, til triðja partin av trokpoddinum.

Høvuðsevni var, sum vera mann, H71-kvinnur í Evropa, áðrenn Helgi - úr Stavanger - mátti greiða Sjúrði frá hvat var hent í Burn-deildini sunnudagin.


Hildarsynirnir prátaðu eisini um útisetar, og Sjúrður royndi av øllum alvi at kroysta Helga til at reypa. Fyrst um sigur í Norra - og síðani um at hava vunnið á einum av heimsins bestu leikarum sum 14 ára gamal.

Elias Ellefsen á Skipagøtu skuldi royna seg ímóti viðkomandi, sum spælir við besta liðnum í Evropa, mikudagin - men dysturin er útsettur.


Sum altíð var eisini mett um máttin á øllum liðum í landskappingini - Og vit eru í vanda fyri at blíva ein ordiligur H71-poddur.

Vit endaðu við at kjósa vikunnar detalju, og tóku fatur í einar tríggjar.


Lurta eftir Trokpoddi 3 á hesi leinkju: (trok.fo/lurta)





bottom of page