top of page
Sjúrður

Trokpodd 4: Toppdystir í Burn og SMS, HM hjá kvinnum og ein hurð sum gav reytt kort

Trokpoddur nummar fýra varð útgivin týsmorgunin. Hann kann hoyrast her á trok.fo/lurta ella á spotify, um ein heldur hevði viljað tað.




Sjúrður og Helgi prátaðu saman fjórðu vikuna á rað. Tað kann vera talan um samrøðumet ímillum brøðurnar, sum hava búð í hvør sínum landi tað mesta av seinastu átta árunum.


Vit prátaðu sjálvandi um toppdystirnar ímillum H71-Stjørnuna (Áhugaverdasti dysturin í vikuni) og H71-KÍF. (Ein óintresantur og síðani ein, har Sjúrður hugdi burtur tá ið hann varð avgjørdur) Vit iðraðu okkum um, at Neistin og VÍF var útsettur, og hugdu stutt eftir Team Klaksvík og Kyndli.


Vit hugdi serliga eftir føroyingum í Íslandi hesaferð, og bitu serliga merki í framúr avrikini hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Anniku Fríðheim Petersen.


Vit flentu eftir søgum og gølum úr Evropa í vikuni, og harmaðust Kjartansa vegna um eina keðiliga støðu hjá liðnum, eftir hann annars hevði fingið fótin fram í Svøríki fyrr í vikuni.


Vit byrjaðu at gleða okkum til HM hjá kvinnum, sum byrjar í vikuni, og gleða okkum at fylgja tí víðari


Og so sjálvandi mettu vit um máttin á øllum liðum í báðum landskappingunum og valdu bestu einstaklinga-avrikini. (Ein flyting í mun til seinast)






Comments


bottom of page