Bjarni og StÍF fara eftir BURN-bronsuni, Vilhelm og Elias kappast um at gerast vikunnar útiseti, og vit tíma ikki at hyggja eftir HM enn.
Hoyr hvat Hildarsynirnir hildu um hondbóltsvikuna í Trokpoddi 5:
Nýggjasti Trokpoddurin kom á gøturnar á miðjari nátt, so at tit kundu lurta ímillum ælini mánadagin. Hann kann sum altíð hoyrast á trok.fo/lurta (trýst) og á Spotify á spælaranum niðanfyri:
Helgi var júst komin av flogvøllinum eftir at hava vunnið umráðandi stig í Follo, meðan Sjúrður var útlúgvaður eftir sunnudagin í høllini.
Tað úrslitaði í støðum við svøvnlátri frá Sjúrði í støðum, tá ið Hildarsynirnir tóku saman um sunnudagin og vikuna, ið fór (og lovaðu at taka notatir til næstu ferð)
Sjúrður royndi at greiða Helga frá dramatisku støðuni við endan av SMS-dystinum á Hálsi sunnudagin, áðrenn stóribeiggi fór í holt við heilt stóru greiningina, og brúkti fitta tíð at greiða Helga frá, at Rasmus Søby faktiskt er viktigur fyri Neistin.
Eisini spurdu vit, um tað var í ordan at HM er víðkað til 32 lið. (Tað er tað sjálvandi - men vit tíma bara ikki at hyggja eftir tí beint nú, meðan Føroyar ikki eru við).
Vit hugdu eftir útisetunum, spurdu hvønn annan um Vilhelm var betri enn Elias og royndu at minnast um ikki ein føroyingur hevði spælt á hægri støðið í Evropa enn Elias (Tað var líka við).
Tað fór heilt av sporinum eina løtu, og onkursvegna endaðu vit eisini við at práta eitt sindur um Barcelona, Pick Szeged, Vive Kielce og Fredericia.
Og sum altíð valdu vit vikunnar leikarar og mettu um máttin á POWER-RANKING (Hon var faktist spennandi og broyttist fleiri ferðir meðan vit prátaðu)
Vit gloymdu at nevna dagsins detalju (Sjúrður hevði annars ætlað sær at valt eina bjarging frá Jacob í KÍF-málinum.
Alt í alt eitt verri vrøvl, sum vit vóna at tit lurta eftir.
Comments