• Sjúrður

Trokpodd 6: HM, Hákun og Harry Potter



Mánamorgunin kom sætti trokpoddurin á gøturnar (Og á spotify, podbean og trok.fo/lurta).




Hildarsynirnir høvdu ikki sæð so nógvan hondbólt úr Føroyum, men fingu vent Stjørnuna og StÍF, sum spældu sunnudagin - og gitt um hvussu gott KÍF var.

Vit kundu ikki kjósa vikunnar mansleikara, og vit vilja hoyra TÍNA meining (finn okkum á facebook ella okkurt)


Vikunnar útiseti trokar seg fram í Danmark, meðan Durita Jojic, Maria Weyhe og Teresa Ejdesgaard kappaðust um at vera vikunnar SMS-leikari.


Tað er øgilig kapping um fjórða plássið í BURN-deilduni, og vit ANA ikki hvat fer at henda - Men vit gleða okkum at fylgja við


Vit gleða okkum eisini til at fylgja við HM hjá kvinnum, har ketlarnir veruliga eru komnir upp á kók. Mánakvøldið verður eitt brak, og vit vendu spentum støðum úr grannakrígnum millum Svørðiki og Norra


Og so eydnaðist tað at fáa Helga at reypa!


Hann fór at greiða frá sínum HM-royndum, og at hann einaferð hevur vant vikunnar útiseta.

Hákun hevði ikki verið tað sama uttan teg, Helgi!


Yvirhøvur ein poddur í góðum hýri, har vit máttu ásanna, at har er nógvur hondbóltur á skránni. og Kanska ber tað í roynd og veru ikki til at fáa alt við - Uttan ein tíðarvendara...