Nýggjasti trokpoddurin var sum (næstan) altíð á gøtuni hendan mánamorgunin 20. desember.
Helgi og Sjúrður poddaðu eina løtu eftir at at Norra hevði vunnið HM-finaluna á Fraklandi, og Helgi gav eina mynd av hýrinum í Norra: Kvirt og ongar kúklokkur vegna korona. Spell, men Trok.fo ynskir norðkvinnum til lukku kortini.
Stóri spenningurin hesa vikuna er, at Kyndil festi eld í spenningum um endaspælið í BURN-deildini, og Sjúrður greiddi Helga frá dystunum ímillum Neistan og Kyndil mikukvøldið og StÍF og Kyndil sunnudagin.
Trok vendi eisini dystinum hjá Eliasi á Skipagøtu ímóti heimsins besta liðið í løtuni - Sum fór at steðga føroyinginum við harðskapi.
Prátað var um, hvussu ofta Elias ikki mann hava roynt tað eftirhondini - og hvussu líkasælur hann tykist um slíka viðferð.
Í Íslandi var hugt eftir hugagóðum hagtølum hjá Anniku Fríðheim Petersen og eitt flott Allan Norðberg-avrik frøddi okkum øll.
Sjúrður fór eisini at taka ígjøgnum Evropa Cup-dystir hjá nýggja leikaranum í StÍF, og so skuldu Hildarsynirnir viðgera eina hypotesu um at bissilistin sigur okkum hvørjir bestu verjuleikararnir eru.
Hildarsynir lovaðu at verða greiðari og vrøvla minni, men tað tykist heldur ivasamt hvussu hetta mann eydnast.
Døm sjálv/ur við at lurta á spælaranum niðanfyri, á Spotify (lurta) ella á trok.fo/lurta (trýst)
Comments