Eftir nakað av jóla- og landsliðsórógvi settust Helgi og Sjúrður aftur við mikrofonirnar hvør sínu meðin havið, og loystu frá hjørtunum um hondbólt.
Nóg mikið er sagt um framúr landsliðsvikuskiftið (Millum annað á trok.fo/lurta), og nú verður sjóneykan sett á ársins Faxe Kondi-kapping.
Sjóneykan hjá Sjúrði hevur tó ikki verið so neyv, tí at hann er í løtuni forðaður í at fara til hondbólt. Men tað forðar als ikki Hildarsynunum í at spekulera og gita um hvat gongur fyri seg í føroysku hondbóltshøllunum.
Vit irriteraðust um at H71 køvir áhugan í kappingunum. Kvinnuliðið og mansliðið vinna ov lætt ímóti avbjóðarunum - og so kemur 2. manslið gudhjálpimegeisini og vinnur í Klaksvík.
Okkurt er tó at fegnast um, og vit hava betri og betri vónir til EB - sum trýsta Kyndil meira enn væntað.
Og so hava vit hugt nógv eftir EM. Helgi gevur ein status úr Norra, har vónirnar eru sera góðar nú, meðan Sjúrður skal ansa sær, tá ið hann tosar um Danmark - Tí teir simpulthen eru ov góðir - eitt sindur sum H71 í ár.
Vit spyrja Helga um hvørjar av heimsstjørnunum við EM hann hevur spælt ímóti, og um hann kundi hugsað sær at verið smurdir inn í nutella og latin í hendurnar á Joachim Boldsen.
Og so tippa vit EM - og gleða okkum til eitt sindur størri føroyskar vinklar næstu ferð.
Lurta við at trýsta niðanfyri ella finn okkum á spotify og apple við at leita eftir trok.fo
コメント