• Sjúrður

Trokpoddur 12: (Tvær) Fantastiskar Faxe Kondi-hálvfinalur, feitar føroyskar flytingar og favorittar




Hetta var ein góður Poddur!

Helgi og Sjúrður høvdu eisini valt at gera eina stóra broyting til tólvta trokpoddin:

Hesaferð høvdu Hildarsynirnir gjørt so mikið av fyrireiking, at teir høvdu valt at hugt eftir dystunum, sum teir skuldu umrøða - og høvdu tí fleiri eygleiðingar enn gitingar fyri einaferðs skyld!


Klassa intro eisini!

Hildarsynirnir taka ígjøgnum allar fýra hálvfinalurnar í Faxe Kondi Steypakappingini, gera okkum ópopulerar í Hoyvík (Og Klaksvík, Havn og alla aðrastaðni) við at tosa erligt um favorittarnar, og taka - eins og vit plagdu - ígjøgnum tey stóru einstaklingaavrikini vit vóru vitni til um vikuskiftið.

Vit umrøða transferbumbuna hjá Anniku Fríðheim Petersen, og meta hana upp ímóti teimum størstu føroysku flytingunum annars.


Í Føroyum styrkir H71 seg við útisetum, sum vónandi einamest ætla sær heim at venda.

Og sum altíð (fyrr): Vikunnar leikarar og útisetar.


Lurta eftir 12. (og einum hinum besta) trokpoddinum á spælaranum niðanfyri, trok.fo/lurta, ella umvegis podvarpstænasturnar hjá Spotify ella Apple (leita eftir trok.fo)

Vit hoyrast aftur í næstu viku.