top of page
  • Sjúrður

Trokpoddur 15: Super steypafinala, sterkasta mótstøðan og hálvfinalumeting við Kjartani og Teisi

Enn ein trokpoddur á gøtuni!

Vit troka okkum beint í tíni oyru úr fýra ymiskum londum! (hóast tekniskar trupulleikar í Føroyum, sorry)


Trok.fo hevur hótt við tí leingi, og nú er álvara: Gestir í trokpoddin!


Føroysku manslandsliðsleikararnir, Kjartan Johansen og Teis Horn Rasmussen trokaðu seg við í hondbóltprátið saman við Helga og Sjúrði frá trok.fo


Trokpoddur 15 var tí upptikin í Hoyvík, Stavanger, Gøteborg og Vejle, har prátað var um steypafinaluna hjá kvinnum - møguliga besta steypafinalan vit minnast. Helgi og Sjúrður høvdu trupult við at seta orð á eftirsum at teir ongantíð høvdu væntað at H71 aftur fór at tapa ein dyst.



Tað gjørdist til eitt herligt prát um litavskan og ísraelskan hondbólt, áðrenn Teis og Kjartan greiddu frá sínari støðu í ávikavist Danmark og Svøríki. Báðir tveir skulu gera arbeiði liðugt við at bjarga sær undan niðurflyting, og vónirnar eru góðar. Kjartan skal líka fáa bóltin framvið Palicka, og Teis skal hevna seg ímóti Róki Akralíð.



Vit byrjaðu at gleða okkum til dystirnar ímóti Týsklandi, har Johannes Golla er liðskipari.

Tað ræðir ikki Teis og Helga, sum longu hava pakka týsku stjørnuna saman einaferð - "Og hann er ikki blivin størri síðani tá", greiðir Teis frá.


Tað er ikki smávegis stjørnur, sum teir tríggir landsliðsleikararnir hava roynt seg ímóti og Sjúrður hevði hug at fregnast um hvørjar tær sterkastu mundu vera.


- Mikkel Hansen - Takk fyri Kjartan, sigur Helgi.

- Einki at takka, svarar Kjartan, sum syrgdi fyri at Mikkel Hansen kom á vøllin ímóti Føroyum í 2018.


"Ein værdigur mótstandari" er niðurstøðan.


Betri gekk tað ímóti - sambært onkrum - heimsins besta hondbóltleikara nú. Dika Mem var nevndur "Dika Hvem og og Dika Nem" tá ið Fríði Weyhe tók pippið frá Barcelonastjørnuni í Algeria.



At enda var mett um FM-hálvfinalurnar hjá monnum sum byrja longu nú í kvøld.


Lurta eftir trokpoddi nummar 15 (nummar 1 við gestum) við at trýsta niðanfyri.



Ella á Spotify, Apple ella hvar tú nú lurtar eftir poddvarpi við at leita eftir TROK.FO











bottom of page