• Sjúrður

Trokpoddur 18: EM-arin (#NoSurprises)



(Mynd: Harald Bjørgvin) Júst trý ár eftir finalusigurin í European Open, skal føroyska U20-landsliðið spæla EM-endaspæl. Vit vóna at fagnaðurin verður eins stórur

Helgi og Sjúrður vaknaðu herfyri úr dvala, og tóku trokpodd nummar 18 upp.

Orsøkin var sjálvsagt spenningurin sum trokar seg á, nú føroyska U20-manslandsliðið fer undir EM-endaspælið í Portugal.


Vit vrøvlaðu um vónir og væntanir, og gjørdu av taka saman um dystirnar við stuttum poddum.


Hetta og komandi dystarpoddarnir kunnu hoyrast á trok.fo/lurta - ella við at leita eftir "trok.fo" á Spotify ella hvar tú nú lurtar eftir podvarpi.


Til ber eisini at lurta við at trýsta niðanfyri: