• Sjúrður

Trokpoddur 21: "Upp á rossið aftur (og so til HM) #nosurprises



Føroysku U20-dreingirnir taptu ov stórt ímóti Ungarn. Nú snýr tað seg um at fara upp á rossið aftur og spæla seg til HM-endaspælið

Nýggjur poddur um dystin ímóti ungverjum. Lemjandi tap, men glottar hóast alt. Trok.fo tekur tykkum ígjøgnum hvat hendir týsdagin og mikudagin, og tosa um hvussu restin av kappingini fyrigongur. Okkara menn hava til dømis aldrin tapt á tí eina liðnum sum vit møta í næstu viku. ("Teir stinka")


Fáir av føroysku leikarunum munnu hava roynt slíkar svíðandi ósigrar sum í dag - So Helgi frá trok.fo sleppur at geva teimum góð ráð. Hann sigst at hava roynt slíkt upp í fleiri ferðir.


Hoyr hvussu Føroyar skulu reisa seg og spæla seg til HM 2023 á trok.fo/lurta, á Spotify ella hvar tú nú lurtar eftir podvarpi (leita eftir trok.fo), ella við at trýsta niðanfyri