
Hetta var als ikki óvæntað. #Nosurprises
Fyri triðju ferð brustu 2002-árgangirnir hjá Føroyum og Norra saman, og fyri triðju ferð gjørdist talan um rættiliga greiðan føroyskan sigur. 31-33, og vegurin til U21-HM næsta ár er opin aftur.
Lykilin var eyðsýndur. 12 mál og 11 upplegg frá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu. Ein sonevndur "double double" (Tvær ferðir dupultsifrað á hagtølunum)
Apropo dupult, so hevur onkur á Trok agera dupultagentur í norsku leguni - Sum altso høvdu fingið at vita at ein vissur spælskipari neyvan fór at blíva klárur...
Kappingin og luftin í Portugal hitnar í hvørjum nú spælt verður um atgongumerki til HM.
Sjúrður og Helgi taka saman um dystin og hyggja eftir møguleikunum fyri HM-endaspælinum í trokpoddi 22.
Lurtið eftir Trokpoddi 22 á trok.fo/lurta, ella á spotify ella hvar tú nú lurtar eftir podvarpi - Ella við at trýsta niðanfyri
Yorumlar