• Sjúrður

Trokpoddur 23: HM-endaspælið og superagentar senda boð eftir føroyingunum #Nosurprises


(Mynd: Harald Bjørgvin) Sveinur Olafsson gjørdi um seg allastaðni á vøllinum og skoraði seks mál ímóti Póllandi í enn einum flottum føroyskum sigri

Føroyska U20-landsliðið er ein sigur frá at tryggja sær sætið við U21-HM-endaspælið 2023, eftir føroyskan show-hondbólt og bona fide avsmurning av póllendingum við 38-32


Sjúrður og Helgi práta um øgiliga føroyska sigurin, taka ígjøgnum ØLL hagtøl, hava feskan slatur um biddandi agentar og royna at fáa skil upp á hvussu tað ber til at fáa landsdyst, G! og Gekkin at hanga saman.


Lurtið eftir trokpoddi 23 á trok.fo/lurta, á spotify (við at lurta eftir trok.fo) ella hvar tú nú lurtar eftir podvarpi. - Ella trýst niðanfyri.