top of page
  • Helgi

Trokpoddur 28 - Faxe kondi, tað sama og eitt nýtt

Trokpoddurin hesa ferð snýr seg um hálvfinalurnar í Faxe Kondi steypakappingini í farnu viku. Vit taka saman um, og hyggja fram ímóti finalunum. Hjá kvinnunum eru hoyvíkingar greiðir favorittar, meðan vit síggja mansfinaluna millum KÍF og H71 sum púra opna.


Spurningar sum "Hví tosar sjúrður um Grikkaland fyri umleið 20 árum síðani?", "Er nakar føroyskur leikari sum kann samanberast við Luc Abalo?", og "Halda øll onnur enn hoyvíkingar við KÍF í mansfinaluni?" verða svaraðir eftir besta førimuni.




Vit eru eisini har tú vanliga lurtar eftir poddvarpi, har finnur tú okkum við at leita eftir "Trok.fo".


Um tit hava spurningar, hugskot ella viðmerkingar til poddin, so eru vit á Facebook og Instagram, og tit kunnu skriva til Helgihoydal@gmail.com.


bottom of page