Í seinasta poddinum hoyrir tú millum annað hvør ikki tekur nakran til fanga, hví vit halda at hondbóltur framvegis er tað feitasta produktið, og hvørjir eru vikunnar leikarar.
Vit kjósa vikunnar útiseta, og geva tykkum fult yvirlit yvir hvussu gongst teimum ymsu útisetunum nú kappingarnar skulu avgerðast.
Eisini tosa vit um hondbólt aðrastaðni, og ein tann størsta søgan var endin av dystinum millum Ribe Esbjerg og Aalborg.
Um tær tørvar svar upp á hvussu nógvar góðar leikarar VÍF hava, so svarar Sjúrður at allir eru góðir. Men tað er ikki uttan grund, orsøkina fært tú fyrst í poddinum.
Lurtið her, ella har tú vanliga hoyrir poddvarp. Um tú hevur viðmerkingar, okkurt sum tit hata, ella okkurt sum tit elska, so svara vit øllum sum skriva á Instagram og Facebook.
Comments