top of page
  • Helgi

Trokpoddur 48 - Transfers, stórsteyp og vrøvl


Kappingarnar her heima og fleiri av kappingunum uttanlands byrjaðu um vikuskiftið. Tað merkir sjálvandi at poddvarpið Trokpoddurin er aftur at hoyra. Vit umrøða stórsteypadystirnar, leikaraflytingarnar í SMS- og Burn-deildini. Vit tippa eisini hvussu komandi kappingarár fer at ganga, við øllum teimum fordómum, sum vit kunnu hugsa okkum. Tað er sjálvandi tikið úr leysari luft, men sum trúgvi lurtarin veit, so eru vit ikki bagnir fyri at broyta meining sum kappingarárið gongur. Hoyr eisini hvussu útisetarnir eru komnir í gongd við kappingaranar við teirra feløgum. Nakrir eru enn í sama felagi, meðan onkrir hava leitað sær nýggjar avbjóðingar. Lurta eftir parti 48 av Trokpoddinum her, ella har tú vanliga lurtar eftir poddvarpi. Millum annað á Spotify og Apple Podcast.



Comments


bottom of page