top of page
  • Helgi

Trokpoddur 49 - Spakuliga í gongd

Vit troka okkum aftur beint í tínar smátalarar ella í tín hátalara, við umrøðu av fyrstu dystunum í kappingarárinum 2023/24. Hóast tað ikki hendi nakað óvæntað úrslit sum so, er mangt og mikið at tosa um.


Vikunnar detalja sæst niðast í greinini. Yvirskriftirnar hesa ferð eru:


Verður tað í ár hjá KÍF-monnum? Ein gamal Neistamaður og ein ungur VÍF-ari syrgdu fyri at KÍF byrjaði kappingarárið við at hølva StÍF av.


Hava vit undirmett H71?


STÍF, H71 og Stjørnan byrja við sigrum í SMS-deildini - meðan vit bíða eitt lítið sindur eftir favorittunum


Natasja Hammer er ársins keyp higartil


KRS er og verður marran hjá Kjartani


Kiel tapir tveir dystir á rað í heimligu deildini fyri fyrstu ferð í næstan fimm ár


Hákun slapp endiliga at prógva seg


Lurta eftir poddinum her, ella har tú vanliga lurtar eftir poddvarpi.







Vikunnar detalja. Live.hsf.fo - útgivið í samráði við Hondbóltssamband Føroya

Comentarios


bottom of page