top of page

Trokpoddur 55 - 2 Faxe 2 Kondi

Helgi

Vit eru aftur eftir ein lítlan steðg, og sjálvandi er nógv at práta um aftur hesa ferð. Helgi hevur verið skaddur og Sjúrður er farin at siga frá stroyming-sjónvarpi, men hví vit ikki hava poddað vita vit ikki ordiliga, hóast undanførslurnar eru nógvar. Men nú eru vit aftur við vanliga "monday morning quarterback"-prátinum. Vit siga hvat gekk galið hjá onkrum og hvat onkur burdi gjørt.


Yvirskriftirnar hesa ferð:


2 Faxe 2 Kondi


Faxe Kondi - kappingin hjá hjá monnum brast á víðan vegg og seks lið standa í durinum við tveimum stigum.


Sjúrður sá knúsandi Kyndilssigur í Klaksvík.


U20-landsliðið hjá kvinnum slapp ikki til endaspæl - tað verður næstu ferð.


VÍF spæla TVEIR heimadystir í Evropa Cup í komandi viku.


Tveir føroyingar fingu tilsamans tvey stig ímóti Aalborg seinastu vikuna. Lort at tað ikki gjørdust tvey afturat.


Spurnarkapping um 1. deild í Danmark.


Tvey føroyingalið brustu aftur saman í uppflytingarstríðnum í donsku fyrstu deild - Helgi sá tann dystin.


Lurtið her, ella har tú vanliga lurtar eftir poddvarpi. Vit eru millum annað á Spotify og Apple Podcast.




Commentaires


  • TROK á Instagram
  • Facebook
  • iTunes
bottom of page