Vit troka okkum aftur í tíni oyru! Hesa ferð við hálvfinalistunum í steypakappingini, HM og einum venjara sum er farin úr starvi. Afturat tí, hevur tú møguleika at vinna ein kassa av Faxe Kondi, um tú sigur okkum hvør tú væntar kemur í steypafinaluna hjá kvinnum og monnum. Vit koma við okkara boðum í parti 57 av Trokpoddinum.
Yvirskriftirnar hesa ferð:
Faxe Kondi bólkaspælið er av - Vit hyggja fram ímóti tvær ferðir Neistin - Kyndil í steypafinaluni - ella hvat?
EB vinnur á Stjørnuni í SMS-deildini - Tætt í topp-6-stríðnum har - Sjúrður sá nakað av tí.
Oddaliðið Neistin sigur farvæl við venjara. Vit venda stutt støðuni.
HM er av álvara í gongd. Vit hyggja eitt sindur eftir meginumfarinum.
Og so er ein kassi av Faxe Kondi upp á spæl komandi dagarnar.
Soleiðis luttekur tú í kappingini um ein kassa av Faxe Kondi:
Viðmerk á Facebook ella Instagram, hvørji lið koma í steypafinaluna hjá kvinnum og monnum. Umframt tað skalt tú fylgja okkum á Instagram og/ella Facebook. So ert tú við í lutakastinum um ein kassa av Faxe Kondi. Vit draga vinnaran í næsta poddi.
Lurtið eftir poddvarpinum her:
Comments