top of page
  • Helgi

Trokpoddur 60 - Ekspertarnir og kaos í Kollafirði

Tað er trok-mánakvøld aftur, og vit venda farna vikuskifti í føroykum og altjóða hondbólti. Tað er sjálvsagt EM-finalan sum hevur bundið flest fólk at skjerminum, men serliga ein dystur fór við nógvari tíð hjá okkum. Vit venda fleiri av kaotisku støðunum í dystinum millum KÍF og VÍF, og meta um hví H71 hevur lagt seg á odda í Burn-deildini.


Yvirskriftirnar hesa ferð:


Kollveltir kollfirðingar bjóða av


Hoyvíkingar meina tað


Fronsku ekspertarnir tóku reserveraða gullið


Lazarov sigur eins og trok-serfrøðingur


Vit hava eisini funnið vinnaran á dreymakappingini hjá Trok. Kunnu tit hjálpa okkum at finna Hjaltos? Flott avrik, sum eisini gjørdi at hesin dreymavenjarin endaði nummar 160 í heimshøpi. Ein kassi av Faxe Kondi er klárur til Hjaltos!



Lurta her, ella har tú vanliga fært títt trok-fiks. Vit eru millum annað á Spotify og Apple podcast.






Comentários


bottom of page