Vit hava hálað tveir serfrøðingar í studio, at taka saman um, og meta um Faxe Kondi steypafinalurnar hjá bæði kvinnum og monnum. Teir eru kendir hóndbóltsleikarar, og hava sín gerandisdag í hvør sínum landi. Kjartan Johansen og Pauli Jacobsen eru gestir hesa ferð. Sjúrður, sum faktiskt ikki var í høllini, helt at okkurt gløgt høvd mátti í hendan partin, nú Helgi tippaði skeivt í báðum finalunum. Vit venda eisini støðuni í feløgunum hjá Kjartani Johansen og Paula Jacobsen, sum eru í hørðum stríðum í hvør sínum landi. Yvirskriftirnar hesa ferð:
Brandur Silvurstein lænti garasjuhurðina frá Mladen!
Royndirnar hjá Kyndli sigraðu enn eina ferð!
HØJ blandar seg av álvara í toppstríðið. Pauli greiðir frá hvussu tað er at spæla um upprykking.
Bækkelaget hongur í. Kjartan setir orð á ein persónligan upptúr, hóast tað ikki sær so gott út á stigatalvuni.
Lurta eftir poddvarpinum her, ella har tú vanliga lurtar. Vit eru millum annað á Spotify og Apple Podcast.
Comments