top of page
  • Helgi

Uttanlandsflytingar 2023/24

Mynd: Harald Bjørgvin Talið av hondbóltsútisetum økist fyri hvørt ár. Fleiri útisetar hava funnið sær nýggj feløg, og aðrir leita sær uttanlands fyri fyrstu ferð. Vit hava savnað uttanlands leikaraflytingarnar her.

Um vit hava gloymt onkran, eru tit vælkomin at skriva til okkum á Facebook ella á Instagram. Har eita vit eisini Trok.fo


Kvinnur

Úr Føroyum: Jana Mittún, úr H71 til Viborg HK (Besta deild í Danmark). Vár Zachariassen, úr H71 til TMS Ringsted (1. deild í Danmark).

Brynhild Pálsdóttir, úr H71 til Ajax København (Besta deild í Danmark).


Millum feløg uttanlands:

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, úr Ajax København til TMS Ringsted (1. deild í Danmark).

Rakul Wardum, úr Ajax København til Ringkøbing Håndbold (Besta deild í Danmark).

Annika Fríðheim Petersen, úr Nykøbing Falster til Follo HK (Besta deild í Norra).


Menn:

Úr Føroyum:

Pauli Jacobsen, úr H71 til HØJ (1. deild í Danmark).

Rói Ellefsen á Skipagøtu, úr H71 til Hallby (Besta deild í Svøríki).

Peter Krogh, úr H71 til Århus HC (1. deild í Danmark).

Bjarni í Selvindi, úr STÍF til Kristiansand Topphåndball (Besta deild í Norra).

Niklas Højgaard Hanusarson, úr H71 til Skovbakken (1. deild í Danmark).


Millum feløg uttanlands:

Elias Ellefsen á Skipagøtu, úr IK Sävehof til THW Kiel (Bundesliga).

Hákun West av Teigum, úr Skanderborg Århus Håndbold til Füchse Berlin (Bundesliga)

Pauli Mittún, úr Kristiansand Topphåndball til Team Sydhavsøerne (1. deild í Danmark).

Tróndur Mikkelsen, úr Ryger HK til Kristiansand Topphåndball (Besta deild í Norra).

Allan Norðberg, úr KA Akureyri til Valur (Besta deild í Íslandi).

Nicholas Satchwell, úr KA Akureyri til Viking TIF (Besta deild í Norra).

Julian Kragesteen, úr Ryger HK til FIF (1. deild í Danmark).

Janus Dam Djurhuus, úr IBV, til FIF (1. deild í Danmark).

Pætur Mikkjalson, úr AMO til Hallby (Besta deild í Svøríki).

Teis Horn Rasmussen, úr Follo til Århus HC (1. deild í Danmark.















bottom of page