• Helgi

Vilhelm Poulsen er glóðheitur í Íslandi

Høgri bakkurin hevur skorað 20 mál upp á tveir dystir. Nú rósa Íslendskir miðilar føroyinginum upp um skýggja.


Klárur tá tað skal avgerðast


"Seinna Bylgjan", sum er stóri hondbóltsmiðilin í Íslandi umrøddi góðu byrjanina hjá 22 ára gamla føroyinginum. Serliga eru tað tølini teir seinastu minuttirnar sum eru spennandi.


- Vilhelm Poulsen skorar í miðal 3,5 mál teir seinastu 10 minuttirnar í fyrstu dystunum. Tað er ógvuliga umráðandi fyri liðið, sigur Stefán Árni Pálsson, serfrøðingur hjá Seinnu Bylguni.


Eisini aðrir hondbóltsserfrøðingar síggja Vilhelm Poulsen sum ein spennandi leikara.

Twitterprofilurin "Høllin er ùrelt", sum burturav tweetar um íslendskan hondbólt, sigur at Vilhelm er yndisleikarin fyri tíðina.



Kraftmikil og djarvur


Serfrøðingarnir hjá Seinnu Bylguni eru samdir um at Vilhelm hevur gjørt stór framstig í summarferiuni.


- Tað er eingin ivi um at hann hevur vant væl, og lagt nøkur eyka kilo á kroppin. Hann er djarvur á vøllinum og torir at taka bóltin tá tað skal avgerðast, sigur Bjarni Fritzson, sum eisini er hondbóltsserfrøðingur í Seinnu Bylguni.


Vilhelm Poulsen og Rógvi Dal Christiansen hava tvey stig, og liggja á triðja plássi.


Innslagið frá Seinnu Bylguni sæst her: