Vilhelm Poulsen hevur skrivað trý ára sáttmála við Lemvig-Thyborøn
Komandi kappingarár verður enn ein føroyingur at síggja í fremstu donsku hondbóltsdeildini, tí føroyski høgri bakkurin, Vilhelm Poulsen, hevur skrivað trý ára sáttmála við Lemvig-Thyborøn.
Umframt stóran leiklut í landsdystunum í januar, hevur Vilhelm Poulsen havt eitt framúr kappingarár í íslendska Fram, haðani hann nú tekur fetið til danskan topphondbólt.
Tað kunngera bæði Fram og Lemvig-Thyborøn á sosialu miðlunum sunnudagin.
Serliga fyrstu mánaðarnar av kappingarárinum viðgjørdi Trok.fo gjøgnumbrotið hjá Vilhelmi Poulsen í Íslandi.
Les greinina, har Íslendingur millum annað kallar Vilhelm sín yndisleikara, við at trýsta niðanfyri.
Lemvig-Thyborøn liggur í løtuni í miðjuni - nummar 9 - í donsku HTH-liguni, og er serliga í stríði við Holstebro og Ribe Esbjerg um seinastu plássini í endaspælinum um Danmarksmeistaraheiti.
Lemvig Thyborøn hevur eitt stig upp til kappingarneytarnar á sjeynda og áttanda plássi.
Til ferðina longur upp ímóti danska hondbóltstindinum fær felagið so tilgongd frá føroyska toppskjúttanum í Íslandi, Vilhelmi Poulsen.
Toppskjúttarnir í íslendsku Ólisdeildini júst nú (hbstatz.is):
Niðanfyri leinkja vit til facebook-uppsløgini hjá feløgunum báðum um Vilhelm Poulsen
Comments