Landsliðsvenjararnir hava valt teir 16 leikarar, ið skulu spæla fríggjakvøldið klokkan 19.30 ímóti Luksemborg. Hetta kunngjørdi Hondbóltssambandið í kvøld.
Dysturin ímóti Luksemborg verður leiktur fríggjakvøldið klokkan 19.30 í Høllini á Hálsi. Trok.fo verður umboðað á FM1-radio, har vit siga frá øllum trimum landsdystunum.
Teir 16, ið spæla dystin ímóti Luksemborg eru:
Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA (ÍSL)
Pauli Jacobsen, H71
Vinstru vengur:
Sjúrður Olsen, Tønder (DAN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DAN)
Høgru vengur:
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DAN)
Nicklas Bertram Selvig, KÍF
Strikur:
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger (NOR)
Teis Horn Rasmussen, Tønder (DEN)
Rókur Akralíð, HC Odense (DEN)
Bakkar:
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger (NOR)
Tróndur Mikkelsen, Viking Stavanger (NOR)
Vilhelm Poulsen, Fram (ÍSL)
Áki Egilsnes, EHV AUE (TÝS)
Pauli Mittún, H71
Peter Krogh, H71
Filip Jojic, VÍF
Pauli Mittún og Pauli Jacobsen spæla eftir øllum at døma sínar fyrstu landsdystir fríggjakvøldið, meðan Áki Egilsnes fær sín fyrsta landsdyst síðani 2019.
Sum væntað, er Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki tøkur ímóti Luksemborg
Kanska nakað óvæntað er Kjartan Johansen ikki í hópinum. Tó segði hann sjálvur við trok.fo at hann er darvaður av skaða, og hugsingur er ikki um, at hann skal spæla tríggjar ferðir 60 minuttir.
Tann samrøðan kundi hoyrast í stóru landsliðssendingini hjá trok.fo og FM1. Hon kann eisini hoyrast á spælaranum niðanfyri
Kjartan, Elias og hinir fýra í bruttohópinum kunnu kortini koma í spæl um vikuskiftið, tí landsliðsvenjararnir kunnu skifta tveir leikarar til hvønn dyst.
Í bruttohópinum eru eisini Tórður Guttesen, Leivur Mortensen, Allan Norðberg og Pætur Mikkjalsson
HSF sigur soleiðis á sosialu miðlunum í kvøld:
Talan er um tríggjar dystir dag um dag, har venjararnir hava møguleika at skifta tveir leikarar út úr hópinum millum dystirnar. Við hesum hava venjararnir møguleikan fordeila kreftirnar og at vanda sær um leikararnar, sum dragast við smásnuddir.
Comments