top of page
  • Sjúrður

20 Turið-mál (men ikki soleiðis sum tú heldur)

Updated: Sep 26, 2021

Turið Arge Samuelsen royndi seg 21 ferðir og skoraði heilar 20 ferðir í 39-26 sigrinum á VB mikukvøldið - Og hon spældi altso høgri bakkur


Turið Arge gongur fremst hjá Kyndli og takkar VB-leikararnar fyri mótstøðuna. Hetta er ein dystur hon man fara at minnast.

Haldi at viðmerkingarnar vóru fleiri enn vanligt til dómaraseðilin, sum kom út á Hondbóltskjak eftir dystin ímillum Kyndil og VB, sum endaði 39-26 til Kyndil í kvøld.


Turið Arge Samuelsen hevði skotið 20 av 39 Kyndilsmálum - øll úr opnum spæli.


Ja, so kanst tú hugsa tær til hvat er hent.

VB møta til dyst í Havn eitt mikukvøld og sýna góðan stríðsanda ímóti einum Kyndilsliði, sum tó er tiltikið eirindaleyst ímóti botnliðunum.


Tú hugsar, at nýggi danski málverjin hjá Kyndli hevur bjargað nógv, og so er Turið farin í skjótálop hvørja ferð. Rest hevur hon sett inn av vinstra veingi.


Tú fert skeivur.


Á høgra bakki

Turið Arge Samuelsen spældi høgri bakkur í álopinum, og skoraði flestu málini við útgangsstøði haðani. Annars reikaði hon eisini á vinstra bakk og miðjuna sum tað lá fyri.


Hetta setti øgiliga ferð á inn í móti VB-verjuni, og so avgreiddi Turið við hoppiskotum, renniskotum og gjøgnumbrot inn um miðjuna.

Alt fór í málið.


Eitt evarska lítið lýti

Ella næstan alt. Eitt evarska lítið lýti ger eisini ofta søguna uppaftur betri.

Í allarseinasta álopinum royndi hon enn eitt hoppiskot mitt fyri. Málverjin fór rættan vegin, og ein nakað pøst Turið mátti síggja sítt 21. skot í dystinum gerast tað einasta, sum ikki endaði í VB-málinum.


Daiva er ovast

Men so hevur hon eisini enn tað lýtaleysa at jagstra til næstu ferð.

Um hon ikki nú bara fer undir at jagstra føroyska málmeti. Tað eigur VB-hetjan, Daiva Tomaite, við 24 málum í einum dysti (Sambært hondbóltshagfrøðinginum, Ásbirni N. Nattestad)


Annars vil eg líka skoyta upp í, at vit nevndu hetta við Turið á høgra bakki, og at tað var spennandi, í fyrsta mánadagstrokinum nakrantíð. Tað kanst tú lesa við at trýsta HER.


Leikarar og mál:





bottom of page