top of page
  • Helgi

KA í finaluni: Nicholas stongdi og Allan syrgdi fyri troki

Updated: Mar 10, 2022

Nicholas Satchwell stongdi í málinum, meðan Allan Norðberg hevði ein átrokandi leiklut, tá KA Akureyri mikukvøldið vunnu seg í steypafinaluna í Íslandi. Tað gjørdu teir við 27-28 sigri á Selfossi.


Nicholas spældi ein framúr dyst ímóti Selfoss. Mynd: Morgunblaðið (mbl.is)

Nicholas var ein múrur millum stengurnar


Ein bjarging fyri og onnur eftir gjørdi at Nicholas eftir 45 leiktar minuttir hevði eitt bjargingarprosent sum táttaði í tey 50(!). Føroyski landsliðsleikarin var stóra orsøkin til at teir gulu hildu Selfossi heilt niðri á 23 málum, tá ið liðini høvdu leikt 60 minuttir.


Allan Norðberg, sum vit fyri tað mesta kenna sum høgra vong, spældi á bakkinum hendan dystin, og var avgerandi fyri at KA fór avstað við sigrinum.


Sigurin var í pottinum, men..


Meðan málið var sum gandað í verjustøðu, høvdu mennirnir úr Akureyri eisini ringt við at finna stórar málmøguleikar.


Tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini var KA á odda 19-23, men Selfoss megnaði at koma á javnt. KA hevði møguleikan at avgera dystin tá 15 sekund vóru eftir av vanligu leiktíðini, men misnýttu. Liðini skuldu sostatt ein stuttan túr í skiftingarrúmið áðrenn teir skuldu út í altavgerðandi minuttirnar.


23-23


Í longdu leiktíðini skiftust liðini um at skora. Selfoss legði seg á odda tá ein góður minuttur restaði í, men KA svaraði aftur við einum flottum "skrúvara" frá høgra vongi Óðinn Þór Ríkharðsson.


Sjey sekund restaðu í tá KA mundi mist bóltin, men KA megnaði at fáa bóltin í málið, og skoraði til endaliga úrslitið 27-28.


Trok!


Allan Norðberg fekk høvuðsleiklutin tá ið hann fekk Selfoss at gera trok í síðsta álopinum.

Allan, sum endaði á vinstra vongi í verjuni, stillaði seg fyri ein mótsøðumann, og so fór høllin at kóka. Eftir dystin bleiv hetta kjakast nógv um, og venjarin hjá Selfoss legði skyldina á dómaran fyri at teir taptu hálvfinaluna.


Serfrøðingarnir hjá RUV, har millum annað Logi Geirsson er ímillum, tóku støðuna upp eftir dystin, og góvu Allani viðhald. Tað var "ruðningur" sum teir siga á íslendskum. Hjá journalistinum á hesu síðuni var heldur eingin ivi. Tað var fúlt trok.



Allan Norðberg skoraði 3 mál í hálvfinaluni. Mynd: Visir.is


"Svakalegur leikur"


Viðmerkjararnir hjá RÚV kallaðu tað fyri ein svakan dyst sum hevði alt. Fagnaðurin var stórur tá teir gulu vunnu, og nógv fólk vóru komin túrin úr Akureyri til dystin.


Hetta verður fyrsta steypafinala hjá KA síðan 2004, og tað er longu greitt at Valur verður mótstøðuliðið í finaluni. Finalan verður spæld leygardagin 12. mars klokkan 16.00. Finalan verður send beinleiðis á RUV, og kann síggjast á Ruv.is, og á televarpinum hjá teimum sum hava RUV har.


bottom of page