top of page
  • Helgi

Annika: Hetta er eitt stórt stig

Stóra danska hondbóltsfelagið, Nykøbing Falster - NFH millum manna, slepti í kvøld eitt sindur av einari bumbu, tá ið føroyska Annika Fríðheim Petersen var kunngjørd sum nýggjur leikari. Hon skiftir alt fyri eitt til danska stórfelagið, har hon skal liva av hondbóltinum burturav.


Trok.fo fekk orðið á Anniku í dag


Annika Fríðheim Petersen í dysti ímóti Rumenia á heysti 2019. Hesin dysturin bar boð um høgt altjóða støðið hjá føroyska málverjanum. Í dag flutti hon til danska stórfelagið, NFH. (Skíggjamynd, KVF)

Les eisini á Trok:


Hendan flytingin kemur eftir at Annika hevur verið ímillum allarbestu málverjarnar í Íslandi í ár. Hon flutti til Haukar úr H71 fyrraárið.


- Eg havi lært nógv og ment meg nógv í Íslandi. Eg havi verið í einum sera góðum hondboltsumhvørvi, við nógvari venjing, góðum umstøðum og ábyrgd. Hóast hetta hevur tađ altíð verið planurin at fara víðari, greiðir Annika, sum nú eitt sindur brádliga fekk møguleikan at royna seg á sera høgum støði, frá.


- Hetta er heilt vist eitt stort stig á yrkisleiðini! Danska ligain er jú ómetaliga sterk, og tað hevur altíð verið eitt ynski at spælt í bestu donsku deildini, ger Annika, sum verður fulltíðar hondbóltsleikari í NFH, greitt.


Danska kvinnudeildin er eisini á allarhægsta stigi í heiminum, og í Nykøbing Falster kemur føroyingurin inn í eitt professionelt umhvørvið, har áskoðarar fylgja liðnum tætt við stórum áhuga.


- Umhvørvið í NFH er fantastiskt, sigur Annika og heldur fram:

- Eitt sum er heilt vist er, at tey hava fantastiskar áskoðarar og ein góðan stemning í høllini. Tær á liðnum eru ordiliga fittar og góđir hondbóltsspælarar, so eg gleđi meg at koma orduliga í gongd, sigur Annika Fríðheim Petersen.


Annika spælir eftir ætlan sín fyrsta dyst fyri NFH ímóti Viborg HK nú. mikukvøldið.


Føroyski landsliðmálverjin taldist ímillum allarbestu málverjarnar í Íslandi í ár. Á jólum hevði hon eitt nú nógv flestar bjargingar í Íslandi (mynd: hbstatz.is)


bottom of page