top of page
  • Sjúrður

Brandur í bestu donsku deildini


Mynd: Skjern Håndbold. Føroyski málverjin, Brandur Silvurstein (í reyðum), spældi í kvøld sin fyrsta dyst í fremstu donsku hondbóltsdeildini, HTH-liguni

Frammanfyri 3087 áskoðarum í kvøld traðkaði enn ein føroyingur á vøllin í fremstu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum.

20 ára gamli málverjin, Brandur Silvurstein spældi nevnliga sínar fyrstu minuttir fyri danska stórfelagið, Skjern, sum hann longu hevur verið knýttur at í nøkur ár, síðani hann skifti úr VÍF.


Skjern vann í kvøld góðan 30-21 heimasigur á komandi felagnum hjá Vilhelmi Poulsen, Lemvig-Thyborøn - og har var nógv at fegnast um hjá stóru heimafjøldini.


Skjern setti áskoðaramet fyri kappingarárið, vunnu dystin greitt og varðveittu triðja plássið í grundspælinum - og so komu eisini tríggir debutantar á vøllin.


Hans Larsen, Frederik Hovgaard og altso Brandur Silvurstein.


Brandur fekk tvey skot ímóti sær, men tað gjørdist ikki til nakra bjarging á hesum sinni.


Brandur Silvurstein var eitt nú partur av U17-landsliðnum, sum vann European Open í 2019.


Brandur og ungdómslandsliðið fingu eisini víst seg fram í Skjern árið fyri hetta. Tí Føroyska liðið (sum tá var U16-landslið) vann millum annað á U18-liðnum hjá Skjern á venjingarlegu í 2018.


Tá umboðaði Brandur VÍF.

Síðani hevur hann umboðað Skjern, har hann í kvøld trokaði seg á vøllin á fyrsta sinni.

Við sigrinum í dag styrkti Skjern um sína støðu á triðja plássi í grundspælinum og økti um frástøðuna til hitt føroyingafelagið í deildini - Skanderborg Aarhus á fjórða plássinum.

Skanderborg Aarhus og Hákun West av Teigum vóru í dag fyri ósigri ímóti Skive. Hákun skoraði tvey mál í 28-21 ósigri.


Trok.fo ynskir Brandi til lukku við fyrsta ligadystinum og vóna at teir verða nógv fleiri.

bottom of page