top of page
  • Helgi

Dánjal vann á Rógva og Vilhelmi

Mánakvøldið møttust IBV og Fram í steypakappingini í Íslandi. Liðið hjá Dánjal Ragnarssyni, IBV, vunnu 25-29 á útivølli, og eru sostatt víðari í steypakappingini, sum í Íslandi eitur Coca Cola Bikarin.


Allir komu á máltalvuna

Vilhelm Poulsen heldur fram við at skjóta nógv mál fyri Fram, og hann endaði á 8 málum tá dysturin bleiv bríkslaður av. Fimm av teimum vóru brotskøst.


Rógvi Dal Christiansen skoraði tvey mál upp á tríggjar royndir, og Dánjal skoraði eitt mál mánakvøldið.

Enn eina ferð varð Vilhelm toppskjútti hjá Fram. Mynd: Morgunblaðið (mbl.is)

Fram sum spældu steypafinalu fyrr í ár, eru sostatt úti úr steypakappingini. Hósdagin 16. desembur skulu teir á vitjan í Selfoss. Tann dysturin verður avgerðandi fyri Fram, sum í løtuni liggja eitt pláss frá einum sessi í endaspælinum.


Dánjal og IBV spæla fríggjadagin á heimavølli, tá Stjarnan kemur á vitjan.





bottom of page