top of page
  • Sjúrður

EB er við fyri at læra – H71 fyri at vinna

Updated: Sep 13, 2021

SMS deildin fór av bakkastokki leygarkvøldið og EB gjørdi – eftir 29 ára steðg – comeback í fremstu kvinnudeildini. Men favorittarnir úr H71 lótu bert dýrasta lærupeningin frá sær. H71 rann EB um koll og vann 38-18. Hálvleiksstøðan var 21-9 til H71. Jana Mittún er dagsins leikari sambært TROK


Eg var spurdur um mína hugsan um komandi kappingarár í útvarpstíðindunum á døgurða í dag.

Eg haldi eg hevði H71 sum favoritt – og eg veit ikki um eg legði ov góðar vónir á EB, tá ið eg segði at tær kundu gera ein vørr. Eg legði so afturat at vit fóru at síggja í kvøld um EB er við fyri at læra ella fyri at bjóða av.


Øll mugu læra áðrenn tey kunnu vinna

Tað vísti seg frá byrjan, at EB má brúka fyrstu tíðina at læra.

Samstundis vísti tað seg, at H71 er við fyri at vinna. Hoyvíkskvinnur vístu í fyrra hálvleiki eitt hjartaloysi mótvegis mótstøðuni, ið ofta man eyðkenna meistaralið – og sum tær sjálvar lærdu at kenna, tá ið tær fyri fýra árum síðani á fyrsta sinni royndu seg í SMS deildini.

Hóast hetta eirindaloysi í Hoyvík, kann H71 kortini ugga EB. H71 tapti 40-24 ímóti VÍF, stutt eftir at H71 flutti upp í 2017. Knappliga eitt ár seinni vann H71 29-27 í Vestmanna. Tað tekur altíð eina løtu at læra.

H71 skjótari og sterkari frá fyrsta bríksli


At byrja við lótu H71 ikki EB spæla. Heimaliðið vardi høgt og skiftandi á bakkunum, og hetta elvdi til eitt skjótálop fyri og eitt eftir, ið EB ongan møguleika hevði at verja fyri. Ferðin og styrkin hjá favorittunum var ov sterk – Og EB ansaði sær ikki eftir bóltinum.

EB tók time-out tá ið klokkan segði níggju minuttir og 21 sekund. Tá var støðan 7-1 til H71, ið vann eina ørgrynnu av bóltum frá EB-álopinum. Munurin vaks í hvørjum, og stundum kundu nýggja felagið í SMS deildini eisini takka Ró Andreasen í málinum fyri, at munurin ikki gjørdist størri enn 21-9 í hálvleikinum.

Hjá EB snúði tað seg um, at eydnast í einstøkum støðum, og umframt nakrar bjargingar úr fríari støðu, so mundi størsti fagnaðurin vera um eitt vakurt hoppiskot frá Fríðu Olsen.


Smáir EB-batar í seinna hálvleiki

EB tóktist at fóta sær eitt veit fyrstu løtuna av seinna hálvleiki – og eg hugsi at onkur av fótbóltsleikarunum, ið høvdu spælt 0-0 við EB / Streymi ímóti B36 fyrr um dagin, bøttu nakað um støðuna tá ið tær komu inn.

Tó skifti H71 eisini fitt út, og kenslan var, at heimaliðið kundi seta ferðina nógv longur upp um útiliðið ikki skikkaði sær.

Dysturin gjørdist ikki spennandi og endaði 38-18 til H71. Og úrslitið sigur sonnu søguna um dystin.


H71-verjan var spennandi

Um eg skal taka nakað áhugavert fram úr hesum dystinum, so haldi eg, at skiftandi – og stundum sera áleypandi – verjan hjá H71 verður spennandi at síggja ímóti sterkari mótstøðu.

Eisini er áhugavert at síggja, at Lív B. Zachariassen tykist at vera fastur brotskastsskjútti hjá H71 nú. Tí leiklutinum hevur Maria H. Weyhe sitið sera tungt á, tey seinastu fýra árini.


Dagsins leikari

Her á TROK kjósa vit dagsins leikara hvørja ferð vit hava verið til dyst (ella sum í hesum føri, stroymt dystin).

Hugsi ikki at vit hoyra nøkur mótmæli um at kjósa Janu Mittún til dagsins leikara í kvøld. 11 mál úr opnum spæli og eitt boð upp á Føroya besti skjótálopsspælari.

Sum sagt: Tað verður spennandi at síggja hesa H71-verjuna ímóti sterkari mótstøðu.


Leikarar og málskjúttar







bottom of page