top of page
  • Sjúrður

Ein útskifting ímóti Lettlandi


Føroyski liðskiparin, Rókur Akralíð, mátti av vøllinum við einum snuddi í gjár. Í dag verður hann avloystur av Pæturi Mikkjalssyni. (Mynd: Harald Bjørgvin)

Landsliðsvenjarin hevur gjørt eina broyting á strikuni og í miðverjuni til dystin ímóti Litava í dag.

Tað verður Pætur Mikkjalsson, sum avloysir liðskiparan, Rók Akralíð, í dag.

Sostatt verður stóri spurningurin um Elias Ellefsen á Skipagøtu eisini svaraður. Spælskiparin kemur ikki á vøllin í hesum umfari.

Sí føroyska og lettlendska hópin niðanfyri.


FM1 sigur beinleiðis frá avgerandi HM-undankappingardystinum ímillum Føroyar og Lettland í dag.

Dysturin byrjar klokkan 18.00. FM1 sendur frá klokkan 17.15


Tá ið liðugt er at senda kunnu allar samrøður, samanumtøkur, kjósan av dagsins leikarum og alt annað frá hondbóltssendingunum hjá trok.fo og FM1 hoyrast á trok.fo/lurta



Ella sum podvarp hjá Apple á hesi leinkju: https://podcasts.apple.com/us/podcast/trok-fo/id1597568146




bottom of page