top of page
Helgi

Elias og IK Sävehof troka seg á í Evropa

Eftir at IK Sävehof vann meistaraheitið í Svøríki farna kappingarár, skulu teir nú spæla í EHF European League. Føroyingurin Elias Ellefsen á Skipagøtu er leikarin at hyggja eftir, sambært EHF - evropeisku hondbóltssamgonguni.

Elias Ellefsen á Skipagøtu og lið hansara skulu í heyst kappast ímillum stórlið í Evropa. Mynd: Handbollsligan.se

Eitt ungt lið sum vil spæla við um stig

- Vit vilja vera við so langt sum gjørligt, og samstundis geva okkara ungu leikarum royndir á hesum støði, sigur ítróttarstjórin hjá IK Sävehof, Emil Berggren, við Eurohandball.com.


Liðið hevur mist nakrar berandi leikarar til størri feløg, og nú skal tað vísa seg hvør tekur leiklutirnar sum teir lótu eftir sær. Tað er í tí sambandi at Elias verður tikin fram.


- IK Sävehof hevur klárað at hildið fast um eitt av stórstu talentunum í heiminum, Elias Ellefsen á Skipagøtu. 19 ára gamli spælarin vísti farna kappingarár at hann hevur øll amboð í amboðskassanum til tess at blíva ein framtíðar stjørna í hondbóltinum, skrivar Eurohandball á síni heimasíðu


Bíða eftir lutakasti

Í hesum døgum verða undankappingardystir til EHF European League leiktir. Spennandi verður at síggja hvørji lið koma í bólk saman við Eliasi og IK Sävehof.


Millum annað eru lið sum Rhein-Neckar Löwen úr Týsklandi, GOG úr Danmark, Sporting úr Portugal og Wisla Plock úr Póllandi við í undanumfarðinum.


IK Sävehof hevur áður luttikið í evropeiskum hondbólti. Tvær ferðir hava teir megna at troka seg ímillum 16 tey bestu í Champions League, har teir hava luttikið fýra ferðir.


EHF European League er næststørsta evropeiska kappingin, aftaná Champions League, har bert 16 lið sleppa við um árið.







Comments


bottom of page