top of page
  • TROK

Føroyingar troka uttanlands

Updated: Sep 21, 2021

Vilhelm og málverjarnir við serliga góðum avrikum - Soleiðis gekst føroyingunum í Týsklandi og Íslandi um vikuskiftið:


Týskland:

Báðir føroyingarnir í Týsklandi vunnu um vikuskiftið.


Áki Egilsnes og liðfelagarnir í EHV Aue vunnu sær fyrstu tvey stigini leygarkvøldið í 2. Bundesliguni.

Teir vunnu 26-24 á útivølli ímóti VFL Lübeck-Schwartau. Áki hevur framvegis fyrsta málið í 2. Bundesliguni til góðar. EHV Aue liggur á 12. plássi eftir annað umfar. 20 lið eru í næstbestu týsku deildini.


Julian Kragesteen og ATSV Habenhausen hildu fram við framúr kappingarbyrjanini og vunnu triðja sigurin á rað. Julian gekk á odda við seks málum í 28-27 sigrinum á Wilhelmshavener HV og hevur nú skotið 14 mál í fyrstu trimum dystunum. ATSV Habenhausen liggur ovast í sínum bólki í 3. Bundesliguni.



Ísland:


Íslendska kappingarárið byrjaði um vikuskiftið, og tað var ein misjøvn byrjan fyri teir níggju føroyingarnar, ið vóru á vøllinum í Íslandi hetta vikuskiftið.


KVINNUR:


Haukar, við Anniku Fríðheim Petersen og Natasju Hammer á liðnum, vunnu 21-15 á heimavølli ímóti HK. Annika stórspældi og hevði við dystarenda bjargað 14 ferðir (48%). Natasja var ikki ímillum málskjúttarnar.


Ingibjørg Olsen spældi sín fyrsta dyst fyri ÍBV úr Vestmannaoyggjunum. ÍBV tapti á útivølli 26-24 ímóti ráðandi Íslandsmeistarunum, KA/Þór. Ingibjørg fekk ikki mál í dystinum.

Tað fekk fyrrverandi Neista- og H71-leikarin Sofie Søberg hinvegin. Hon skoraði tvær ferðir upp á seks royndir fyri KA/Þór.


Støðan:


MENN:

Fram, við bæði Vilhelmi Poulsen og Rógva Dal Christiansen á liðnum, taptu kappingarársins fyrsta dyst 29-27 ímóti Haukum, sum vunnu grundspælið í fjør. Vilhelm var flúgvandi í álopinum og skoraði tíggju ferðir upp á 16 royndir. Rógvi skoraði báðar sínar skotroyndir av strikuni.


Dánjal Ragnarsson og ÍBV stríddu seg til ein smalan 30-27 sigur ímóti uppflytarunum úr Víkingi, eftir at hava verið aftanfyri 12-10 í steðginum. Dánjal skoraði eina ferð úr trimum royndum og var eisini skrásettur fyri eitt upplegg.


KA fóru eisini heim við tveimum stigum í skjáttuni eftir 28-25 á útivølli ímóti uppflytaranum, HK.

Pætur Mikkjalsson var sterkur í miðverjuni í sínum fyrsta landskappingardysti í Íslandi. Hann var skrásettur fyri tríggjar vunnar bóltar og ein blokk í verjuni. Pætur og Allan Norðberg skoraðu hvør sítt mál eftir hvør sínar tvær skotroyndir. Teir gjørdu eisini hvør sítt upplegg.

Ì málinum stóð Nicholas Satchwell sera væl í seinna hálvleiki. Hann var skrásettur fyri heilar 18 bjargingar (42%) í sigrinum á HK.


Støðan:



bottom of page