top of page
Sjúrður

Elias: Vit vita hvar vit skulu leypa á

Wunderino Arena, Kiel, Týskland: Í einum av størstu hondbóltshøllunum í heiminum fyrireikar føroyska A-landsliðið seg til størsta dystin í føroyskari hondbóltssøgu.

Mótstøðan er ein hin sterkasta tú kanst ímynda tær, og vinningurin er ovurstórur: Eitt pláss í HM-endaspælinum 2023.

Vit hava tosað við Elias Ellefsen á Skipagøtu um føroysku møguleikarnar.

Elias Ellefsen á Skipagøtu eftir fyrstu venjingina í Kiel. Elias og Føroyar spæla útidystin ímóti Týsklandi mikudagin klokkan 17.15. Heimadysturin verður leygarkvøldið í Høllini á Hálsi

Eftir sigrarnar í HM-undankappingini í Føroyum í januar-mánað verður støðið á mótstøðuni hækkað munandi, men Føroyar hava kortini møguleikar. Tað sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum í vikuni spælir sínar fyrstu landsdystir í nærum eitt ár. Trok.fo fekk orðið á ein spentan spælskipara í Kiel.


- Vit gleða okkum øgiliga nógv til allar venjingarnar eru lidnar og vit sleppa at spæla dyst, sigur Elias nú gott eitt samdøgur áðrenn dystin. Og spyrt tú 19 ára gamla spælskiparan, so hava føroyingarnir onkrar møguleikar.


Møguleikarnir finnast

- Teir finnast. Vit hava hugt nógv eftir Týsklandi og hava sæð nøkur veik punkt hjá teimum, og vit vita hvar vit skulu leypa á teir.

- Vit vita sjálvandi eisini at tað verður øgiliga ringt og at vit eru so stórur 'underdog' sum vit kunnu verða, men vit fara avgjørt eftir møguleikanum, greiðir Elias frá.


Tað er eyðsæð at síggja munin í stødd á leikarum, tá ið vit samanbera við føroyska landsliðið. Týska landsliðið er stórt, sterkt og slær hart. Men tað er føroyingurin kanska ikki heilt óvanur við.


- Teir sláa hart, men tað skalt tú ikki hugsa um

- Ja, eg havi spælt í Evropa og har sláa teir eisini hart, so tað er ikki nakað tú skalt hugsa ov nógv um, sigur Elias, sum í tveimum førum hetta kappingarárið hevur roynt seg ímóti oddaliðnum í týsku Bundesliguni, SC Magdeburg.


Magdeburg er umboðað á týska landsliðnum við vinstra vonginum Lukas Mertens (sum eisini spældi ímóti føroyska U21-landsliðnum í Algeria á sinni), og Elias vísur ikki aftur, at har er okkurt sum skal endurrindast.


Tað var eisini í heimadystinum ímóti Magdeburg, at Elias eftir harða (og í so grova) viðferð, breyt kjálkabeini í vetur. Tað kostaði landsdystirnar í januar.


Eingin ivi er um, at Elias Ellefsen á Skipagøtu kann vænta sær ein høvuðsleiklut á hesum vølli mikudagin. Her leggur hann ætlanir saman við Lars Møller hjálparvenjara (v.m). og Peter Bredsdorff Larsen, landsliðsvenjara

Fyrsti landsdystur hjá Eliasi í næstan eitt ár

Tí er tað nú liðið næstan eitt ár, síðani at vit seinast sóu føroyska bóltsnillingin á landsliðnum.

- Tað var øgiliga keðiligt at ikki vera við minnist Elias. men honum so líkt, er hann kvikur at hyggja framá:

-Tað var nakað lort, men nú eri eg við.


"Bert" Týskland stendur ímillum Føroyar og HM

Føroyska landsliðið spældi seg víðari í HM-undankappingini í januar, og fingu eitt rættiliga torført lutakast fram ímóti endaspælinum. Fyrst stóðu Hvítarussland fyri skotum og um tað skuldi eydnast at bast teimum, so skuldi Týskland eisini basast.

Stutt eftir brast kríggið í Ukraina á, og Hvítarussland varð tveitt úr undankappingini. Og nú standa Føroyar brádliga eitt umfar frá HM-endaspælinum.


- Vit kundu havt eitt betri lutakast, tað er eingin loyna. Men vit eru til reiðar at spæla okkara møguleikar og vit fara at gera alt fyri at yvirraska.


- Eg vænti ein øgiliga torføran dyst. Teir fara at koma við einum øgiligum trýsti og har fer at vera nógv trýst í høllini, men tað er nakað sum vit skulu vísa at vit eru klárir til og at tað kunnu vit klára, staðfestir Elias áðrenn vit spyrja hann um hvat hann vónar ella droymir um dystin í morgin.


- Eg droymi um eitt ordiliga gott úrslit er svarið.


Føroyar spæla ímóti Týsklandi í Kiel mikudagin klokkan 17.15 føroyska tíð.

Liðini hittast aftur í Havn leygarkvøldið klokka 19.00

Samanlagdi vinnarin eftir teir báðar dystirnar vinnur sær sæti í HM-endaspælinum komandi januar.

Sjúrður frá trok.fo sigur beinleiðis frá dystunum á FM1 (fm1.fo)


댓글


bottom of page