Mikudagin klokkan 17.15 og leygarkvøldið klokkan 19.00 spæla Føroyar aftur ímóti einum av mætastu hondbóltstjóðunum, og meira stendur upp á spæl enn nakrantíð áður.
Tá ið vikan er av, vita vit um tað verður Týskland ella Føroyar, sum hava vunnið dystirnar - og spælt seg í HM-endaspælið, sum verður leikt í januar 2023.
Tað er eingin ivi um, at Týskland - sum gjørdist nummar sjey við EM-endaspælið í vetur - eigur og væntast at vinna uttan stórvegis hóvasták.
Men hvat hini sigi, forðar ongantíð føroyskum ítrottarfólki at bjóða av á hægsta stigi.
Og Føroyar hava bjóðað Týsklandi av fyrr.
Tað var til U21-HM í Algeria í 2017. Føroyar vóru á odda stóran part av dystinum, og møguleiki var leingi fyri einum risastórum úrslitið. Men luftin fór av ballónini seinastu tíggju minuttirnar, og tað endaði við einum í so trivaligum týskum sigri. 28-21. Alt ov stórur munur tá ið hugsað verður um dystargongdina.
Tróndur Arge segði beinleiðis frá dystinum á gamla Rás2. Nú fríggjadagin í sendingini Sportboxin á FM1, mintist frásøgumaðurin aftur á júst tann dystin, tá ið kenslan var, at føroyska landsliðið var minst líka gott sum tað týska:
- Tað sum stendur øgiliga sterkt eftir í minninum er, at vit eru á odda 12-10 í hálvleikinum. Og tað ringasta við tí var, at vit skuldu verið á odda 14-10 ella okkurt sovorið - Vit vóru faktiskt nógv betri enn Týskland.
- Vit vóru einsamallur miðil har niðri, og tað var nokk so áhugavert í hálvleikinum. So fer mann sjálvandi ein lítlan túr inn á Facebook at hyggja - og tað kókaði, mintist Tróndur Arge, sum eisini minnist hvussu stór ónøgdin var við úrslitið eftir ein dyst, har Føroyar høvdu verið greitt betri í meginpartinum av honum.
Í týska hópinum mikudagin eru helst tveir leikarar, sum vóru á vøllinum ímóti Føroyum fyri fimm árum síðani.
Talan er um vinstra vongin hjá Magdeburg, Lukas Mertens, og so stjørnuna á strikuni Johannes Golla, sum umboðar Flensburg-Handewitt.
1,95 metra høgi og 115 kilo tungi Johannes Golla er í dag liðskipari á týska A-landsliðnum. Hann skoraði fimm mál ímóti Føroyum í 2017, men føroyingarnir vóru væl nøgdir við hvussu tað eydnaðist at steðga týska risanum tá.
"Vit hildu honum í Algeria, og hann er ikki blivin størri síðani tá", segði Teis Horn Rasmussen í Trokpoddi 15. (Hoyr tað á trok.fo/lurta)
Sí týsku og føroysku hóparnar niðanfyri:
Føroyar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL) Pauli Jacobsen, H71 Rói Berg Hansen, HØJ (DEN) Leivur Mortensen, Odder Håndbold (DEN) Peter Krogh, H71 Tróndur Mikkelsen, Viking Stavanger (NOR) Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE) Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger (NOR) Pauli Mittún, H71 Kjartan Johansen, Önnereds (SWE) Vilhelm Poulsen, Fram (ISL) Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbold (DEN) Nicklas Selvig, KÍF Rókur Akralíð, HC Odense, (DEN) Teis Horn Rasmussen, TM Tønder (DEN) Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger (NOR)
Týskland
Till Klimpke (HSG Wetzlar),
Andreas Wolff (Vive Kielce)
Lukas Zerbe (TBV Lemgo Lippe),
Tobias Reichmann (MT Melsungen),
Marcel Schiller (Frisch Auf Göppingen),
Lukas Mertens (SC Magdeburg),
Jannik Kohlbacher (Rhein-Neckar Löwen),
Johannes Golla (SG Flensburg-Handewitt),
Tim Zechel (HC Erlangen),
Luca Witzke (SC DHfK Leipzig),
Julian Köster (VfL Gummersbach),
Kai Häfner (MT Melsungen),
Simon Ernst (SC DHfK Leipzig),
Julius Kühn (MT Melsungen),
Paul Drux (Füchse Berlin),
Juri Knorr (Rhein-Neckar Löwen),
Djibril M’Bengue (FC Porto)
ความคิดเห็น