Vit minnast aftur á øgiligt verjuavrik ímóti Rumenia fyri tveimum árum síðani - og fáa átrokandi ráð frá HM-bronsu og Champions League - gullvinnara
Mikudagin klokkan 16.30 spæla Føroyar ENDILIGA ímóti Rumenia aftur, og eg kenni aftur kenslurnar av løtuni 29. september 2019, tá ið hallarlúðurin ljómaði í Høllini á Hálsi eftir fyrra hálvleik í dystinum ímóti rumensku stjørnunum.
Rumenskar stjørnur kroystar á Hálsi
Eg var longu ovurhásur. Føroyar vóru á odda 12-11 imóti fjórfremsta landsliðnum við seinasta EM.
Eg hevði roynt at sagt frá føroyskum sensasjónum nakrar ferðir tá. Bæði tá ið manslandsliðið fekk javnleik í Montenegro og tá ið kvinnulandsliðið hølvaði Litava av.
Hetta hevði verið so nógv størri.
Men rumenska verjan fekk eitt vet betri fatur í seinna hálvleiki og endaði við at basa Føroyum. Úrslitið gjørdist 25-20 til Rumenia.
Men vit sótu eftir við einari góðari kenslu kortini. Vit høvdu sæð eitt framúr føroyskt verjuavrik - og málverjuavrik. Tað vóna vit at síggja aftur nú mikudagin klokkan 16.30
(Vit siga frá á FM1 úr studionum hjá okkum í Havn. Sendingin byrjar beint eftir tíðindini klokkan 16.00)
Rumenia setti venjara "úr Føroyum"
Og rumenska hondbóltssambandi mundi fáa øgiligan íblástur frá teimum føroysku hendan dagin.
Tí stutt eftir skifti Rumenia venjaran, Tomas Ryde, út.
Og setti so fyrrverandi StÍF-, Tjaldurs og H71-venjaran, Bogdan Burcea í starv.
Tað var ikki sørt at eg gleddi meg at fara til Rumenia tá.
Men farsóttin forðaði fyri restini av tí undankappingini - og nú hevur Rumenia aftur annan venjara.
Størsta stjørnan verður ikki við
Eg veit illa hvussu rumenska liðið er fyri nú. Liðið endaði nummar 12 av 16 og vann bert ein dyst við EM-endaspælið í desember.
Eftir mínum tykki heimsins besti hondbóltsleikari nakrantíð, Cristina Neagu, var við aftur eftir drúgvan skaða, men fekk ikki borið Rumenia eins langt og í 2018.
Neagu verður heldur ikki við ímóti Føroyum hesaferð.
Men okkara stjørnur eru til reiðar
Men Føroyar havi eg eina góða kenslu um.
Liðið hevur sama bul sum seinast ímóti Rumenia - nú við fleiri royndum.
Heilt stóri leikarin í dystinum fyri tveimum árum síðani var Annika Fríðheim Petersen í málinum. Hon var kosin besti málverji tað umfarið í allari undankappingini. Og var eisini á topplistanum yvir bestu bjargingarnar.
Sí bestu sjey leikararnar í Evropa ta vikuna her:
Og rimmar-bjargingina hjá Anniku her (legg eisini til merkis órógvið frá Turið Arge, sum rennur fram við áleyparanum:
Vit hava besta málverjan í Íslandi og leikarar troka fram í topp-deildum
Í dag liggur hon nummar eitt í málverjuhagtølunum í Íslandi. Hon hevur hægsta bjargingarprosent eftir tvey tey fyrstu umførini.
Verjuskansin, Pernille Brandenborg, hevur eisini tikið risastór fet í donskum hondbólti seinastu tvey árini. Nú spælir hon í Randers í fremstu donsku deildini.
Har er Lív Poulsen eisini. Hon spælir í Ajax.
Tær eru tí longu royndar at spæla ímóti leikarum á slíkum støði, sum Rumenia hevur.
Og so hava vit eisini fingið okkum eitt rættiliga roynt lið:
Føroyska landsliðið:
Hagtølini koma sjálvandi frá Ásbirni, sum leggur áhugavert afturat, at Durita Jojic og Ninna Johansen hava spælt á landsliðnum í 15 ár. Tær spældu báðar sín fyrsta dyst ímóti Íslandi 24. november 2006.
Tær eru góðar enn. Ninna spælir nú í Aalborg í donsku aðru divisjón, meðan Durita stýrir eina krútsterka verju í Stjørnuni í Føroyum.
Farna leygardag sóu vit eisini framúr avrik frá Súnu Krossteig Hansen ímóti hesi sterku stjørnuverjuni.
Tað boðar frá góðum, tí hon hevði høvuðsleiklutin í føroyska álopinum ímóti Rumenia fyri tveimum árum síðani.
Tað helt venjarin hjá Rumenia eisini.
Eg prátaði við rumenska landsliðsvenjaran, Tomas Ryde, eftir tann dystin. Hann segði millum annað soleiðis, sambært mínum notum:
-Eg eri ikki nøgdur við fyrra hálvleik. Vit eru ov bjartskygdar í verjuni og renna okkum út í mistøk.
Í øðrum hálvleiki standa vit tættari í verjuni, fáa góð skjótálop og størri íblástur í álopið hjá okkum
Sum leikari skalt tú verða til reiðar til tína uppgávu og stríðast hart ein móti einari. Mínir leikarar vóru í so høgligar og lótu bóltin til næsta leikaran. Góðskan í samanspælinum hjá okkum kundi verið sera nógv betri, men eg var ongantíð stúrin. Eg havi roynt nógv í hondbólti, og eg veit, at tað hevur onki at siga um tú ert eitt sindur aftanfyri eitt tíðarskeið í dystinum.
Hansen, nummar fimm (Súna K. Hansen), er góð, Hon er trupul at møta ein ímóti einum og spælir væl í dag. Eg haldi eisini at Marita Mortensen er sera góð.
- Eg haldi at Føroyar spæla ov nær við verjuna hjá okkum. Eg haldi tit eiga at spæla við eitt sindur størri fjarstøðu og so haldi eg at tit skulu brúka vongleikarar nógv meira.
- Vit hava havt ein hugnaligan túr í Føroyum, men so skuldu vit brádliga spæla hondbólt.
- Eg eri ikki ein venjari, sum rópar hart, men tað skuldi eg kanska gjørt meira.
Tomas Ryde er víðagitin venjari í altjóða hondbólti, og leiddi eisini Rumenia til HM-bronsu í 2015. Hann hevur eisini vunnið Champions League við Viborg.
Eg veit ikki um góðu ráðini hann gav okkum tá, kunnu hjálpa føroyingunum nú tvey ár seinni.
Eg vóni tað.
Samrøðurnar frá FM1:
Hoyr hvussu Durita C. Jojic, Annika Fríðheim Petersen og Águst Jóhansson, landsliðsvenjari, upplivdu dystin ímóti Rumenia í 2019 á spælaranum her:
Dómaraseðil, Føroyar - Rumenia 29.09.2019:
Comments